Vit kunnu ikki bíða longri eftir einum undirsjóvartunli til Suðuroyar. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal samtykkjast spyr hann um politikararnir hava gloymt Suðuroynna og Suðuroyartunnilin
Hann sigur, at tann stóri trupulleikin er, at suðuroyingar hava ikki fulla atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum, tí tað ber ikki til at ferðast aftur og fram úr Suðuroynni til Havnar til arbeiðis, har tey flestu størvi til fólk við útbúgving, eru.
– Hjá okkum í Suðuroynni er einfalda støðan tann, at Suðuroyartunnilin er alneyðugur fyri at birta eina vón í Suðuroynni, og fyri at birta eina vón um, at tað fer at bera til at verða partur av samfelagnum Føroyar um eini sjey ella átta ár.
Hann sigur, at seinast í mai fór eitt púra greitt tilmælið til landsstýrið, har dentur varð lagdur á, at tað er alneyðugt at seta Suðuroyartunnilin á dagsskrá beinanvegin og at samtykkja við alóg at gera hann
Men hóast meiri enn eitt hálvt ár er farið, bíða vit framvegis eftir einum svari, sigur Dennis Holm.
– Á Fíggjarlógini má ein játtan setast av til at stovna partafelagoð Føroyatunnlar, har allir undirsjóvartunlar verða lagdir saman í eitt felag. Hesin leisturin ger, at Suðuroyartunnilin kann geras veruleiki, uttan at gera óvanliga stór inntriv í fíggjarlógirnar komandi árini.
Trýst eisini HER og les meiri um, hvussu borgarstjórin í Vági metir um framtíðina hjá Suðuroynni