– Tað skal ikki vera øsing uttanlands, sum ger av, um føroyingar skulu drepa springara ella ikki. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna fyri Javnaðarflokkin á tingi, í eini fráboðan í kvøld.
Hon heldur, at eftir øllum at døma eru vit ikki líka dugnalig at drepa springara, sum vit eru at drepa grind. Annars skuldi tað ikki undra hana, um tilburðurin í Hvalvík, har tað tók langa tíð at fáa lívið av einum springara, var fyriskipaður.
– Hví legði annars eingin uppí, spyr hon. Hon heldur annars, at tað sum hendi í Hvalvík eiga grindaformenninir á staðnum, og sýslumaðurin, at standa til svars fyri – og at eftirmeta.
Hon sigur, at Javnaðarflokkurin mælir til, at landsstýrið tekur stig til at kalla allar grindaformenn í Føroyum saman beinanvegin at viðgera spurningin við tí endamáli at teir kunnu geva politikarum tilmæli um, hvussu vit kunnu tryggja, at springaradráp er burðardygt, at tað verður líka væl skipað sum grundadráp, at rætta tøknin at drepa springara við verður ment, at eftirlit er við øllum drápum, og annað í hesum sambandi.
– Vit hava ein hóp av skilagóðum grindaformonnum kring landið, og eg ivist ikki í, at teir fara at vera góðir og skjótir í ráðum. Eingin fer væl av at umdømi Føroya uttanlands verður skalað, sigur Helena Dam á Neystabø.
– Meðan arbeitt verður við at loysa hesar spurningar, kunnu vit bíða við at halda springarum til, leggur hon afturat.
Les meiri her: Eiga sjálvi at loysa spurningin um springaradráp










