Vit kunnu fáa fleiri hundrað milliónir burturúr

Motorurin í føroyska samfelagnum treingir til eftirlit

Skipini, sum fiska botnfisk, mugu fáast at tjena pengar aftur.

Tað førdi Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin, fram á landsfundinum hjá flokkinum í gjár.

 

Hann vísir á, at fiskivinnan hevur verið sjálvur motorurin í føroyska búskapinum og grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum í yvir hundrað ár.

 

Men seinastu er fiskivinnan misrøkt og hesin motorurin í samfelagnum treingir til eitt eftirlit, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

- Hóast óvanliga stóru nøgdirnar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki síðstu árini, er støðan í stórum pørtum av fiskiveiðiflotanum vánalig.

 

- Stovnarnir á heimaleiðunum eru í vánaligum standi. Serliga toskurin og hýsan hava ongantíð áður verið so illa fyri.

 

Aksel V. Johannesen heldur, at ein orsøk er náttúran. Men hann sigur, at ein onnur er, at veiðitrýstið hevur verið ov stórt.

 

- Søla og keyp av fiskiskipum, og fiskiloyvum, seinastu árini, liggur sum steinur oman á byrðu og tyngir raksturin og sum heild hevur heimaflotin havt stór hall í fleiri fylgjandi ár, og manningarparturin er lítil.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at orsøkin til, at veiðitrýstið hevur verið ov høgt, er, at flotin hevur verið ov stórur.

 

Vit mugu fáa eina lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu. Tá ið toskastovnurin er komin fyri seg aftur, kunnu vit helst fiska eini 30.000 tons um árið og tá ið hýsan er komin fyri seg aftur, kunnu vit helst fiska ein 20.000 tons um árið, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

- Tað er meira enn fýra ferðir so nógv, sum var avreitt í fjør og røkja vit stovnarnar við skili, kunnu vit fáa nógvar hundrað milliónir krónur burturúr, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann heldur, at hesin peningur kundi gjørt stórt gagn, til dømis innan heilsuverkið.

 

Hann heldur eisini, at heimaflotin skal hava størri frælsi at virka, uttan at verða stýrdur politiskt í smálutum.

 

- Tað hevði gjørt tað lættari hjá vinnuni at lagt fiskiskapin til rættis á skilabesta hátt og eisini gjørt tað lættari at endurnýggjað flotan.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tí eiga skip og loyvi at verða skild sundur, soleiðis, at tað er persónurin, ella reiðaríið, sum hevur loyvið.

- Soleiðis kann vinnan leggja fiskiskapin til rættis, alt eftir hvat loysir seg best.

 

Hinvegin heldur hann, at politiska skipanin skal tryggja, at fiskiskapurin er burðardyggur, og at vit framhaldandi hava ein fjølbroyttan flota.