Tað verður av ongum, at avgjald verður lagt á fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Tað eru fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í samgongu, og Framsókn, sum er í andstøðu, samdir um.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Hann heldur, at tað er neyðugt tí tað er ringt hjá virkjunum kring landið at fáa fatur á rávøru og tað hevur tvingað virkini til at keypa frystan fisk til virkingar. Men í hesum sambandi hava virkini í Føroyum ikki stórar møguleikar at kappar við láglønarlond.
Sostatt standa virkini í Føroyum eftir við turrum gólvum, og arbeiðsfólkið má í Als.
Men hesum taka samgongan, og Framsókn, ikki undir við.
– Tað er ein andsøgn í tí, at vit vilja hava fríhandilssáttmálar við onnur lond, men at vit so samstundis seta forðingar í vegin fyri, at vørur verða keyptar og selda um landamørk, siga tey.
– Hetta er eisini móti teimum handilsavtalum vit hava, har tað ikki er loyvt at seta slíkar forðingar í vegin.
Tey halda eisini, at seta vit hesar forðingar í gildið, kunnu vit fáa tað aftur í høvdið. Vit mugu ikki vera ov snævurskygd, tá vit lóggeva, tí í dag er støðan eisini tann, at virkir í Føroyum virka fisk úr øðrum londum. Seta vit forðingar fyri onnur, so kann tað sama jú henda fyri okkum, siga umboðini fyri samgonguna, og fyri Framsókn.
Hinvegin halda tey, at tað verður neyðugt at virka fyri, at fiskurin verður viðgjørdur meiri í Føroyum, so vit fáa størri gagn burturúr tilfeinginum, enn vit gera í dag, men tey siga ikki, hvat tey hugsa um.