Vit kunnu avmarka skaðan

Útlitini fyri Bakkafrost eru góð og útlitini fyri at avmarka skaðan av sjúkuni, sum nú er staðfest, eru eisini góð

Tað hevur gingið væl hjá Bakkafrost og útlitini fyri at tað framhaldandi fer at ganga gott, eru góð.

 

Tað segði stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, við Rás2 nú seinnapartin.’

 

Hann sigur, at hóast tann parturin av Bakkafrost, sum ger lidnar vørur, gevur hall í løtuni, gevur tað góða meining, bæði fyri Bakkafrost og fyri føroyska samfelagið.

 

Annars stúrir hann ikki so illa fyri amøbuni, Neoparamoeba perurans, sum er staðfest í føroyskum alibrúkum.

Tað fer at fáa negativa ávirkan á Bakkafrost, tí tað verður neyðugt at brúka starvsfólk, pening og tíð upp á eftiransing og niðurberjing

 

- Men við tí útgerð og vitan, vit hava, eru væl brynjað at viðgerða ímóti hesi amøbuni og fáa vit viðgjørt nóg tíðliga, meta vit, at skaðin verður avmarkaður, sigur Regin Jacobsen við Rás2

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hann annars hevði at siga um Bakkafrost.