- Vit kundu vunnið við fleiri málum

Ein av týsku U21-stjørnunum, Max Meyer, ið til dagliga spælir við Schalke 04, helt, at Týskland væl hevði kunnað vunnið meir enn 0-6

Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið, tá ið týsku U21-stjørnurnar úr Bundesligaini vóru á vitjan á Tórsvølli fyrr í kvøld. U21-landsdysturin ímillum Føroyar og Týskland endaði 0-6, og týski sigurin hevði lættliga kunnað verið størri.

 

Ein av stóru stjørnunum á týska U21-landsliðnum er 20 ára gamli Max Meyer, sum skoraði tvey av týsku málunum í kvøld. Til dagliga spælir hann við Schalke 04, har hann er ein av stuðulsleikarunum á liðnum. Í løtuni er Schalke 04 nummar trý í týsku Bundesligaini.

 

Lagið var sum vera man gott á týska stjørnuskotinum, tá ið in.fo fekk orðið á hann eftir dystin.

 

- Eg væntaði hóast alt, at vit fóru at vinna hendan dystin. Eisini haldi eg, at um Føroyar høvdu spælt eitt sindur meira álopskent, so høvdu vit vunnið við enn fleiri málum, segði Max Meyer á týskum um stórsigurin hjá Týsklandi. Hann kendi seg ikki føran fyri at svara á enskum, og tí mátti ein týskur leiðari vera umsetari fyri Meyer og yvirritaða.

 

Á Tórsvølli vóru bert 581 áskoðarar til dyst í kvøld. Vanligi heimavøllurin, sum Max Meyer spælir á, er Veltins Arena, ið tekur yvir 60.000. áskoðarar. Stóri munurin á áskoðaratalinum var tó ikki nakað, sum darvaði Meyer, tá ið vælsmurda týska fótbóltsmaskinan setti føroyingar so dyggiliga upp á pláss fyrr í kvøld.

 

- Tað var so ikki nakar trupulleiki fyri meg at spæla frammanfyri so fáum áskoðarum. Tá ið vit vóru yngri, spældu vit vanliga frammanfyri fáum áskoðarum, og tað gjørdu vit eisini fyri einum mánaði síðani, tá ið vit spældu á útivølli ímóti Aserbadjan. Tað hevur ongan týdning fyri meg, um eg spæli frammanfyri 60.000 ella 581 áskoðarum.

 

Áður hava leysasøgur gingið um, at Max Meyer hevur verið ávegis til ensku Premier League, har serliga Liverpool tykist at hava víst áhuga. Spurdur, um hann fer at spæla í Premier League í framtíðini, svaraði Meyer aftur við einum sera ,,politiskt korrektum" svari.

 

- Ongin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða. Í løtuni spæli eg við Schalke 04, og har fegnist eg um at spæla, vóru seinastu orðini frá Max Meyer á Tórsvølli fyrr í kvøld.