-Vit kundu skotið flogførini niður

Amerikanska flogvápnið fekk boð um at skjóta tey rændu flogførini niður. Men boðini komu ov seint

Ovastin fyri teirri norðaru deildini av amerikanska flogvápninum, generalurin Ralph E. Eberhart, var ikki í iva, tá hann hósdagin bleiv spurdur, um flogvápnið kundi havt forðað tí, sum hendi tann 11. september í 2001.

-Ja, vit kundu havt skotið tey rændu flogførini niður, svaraði hann.

Í frágreiðingini, sum ein serlig kanningarnevnd almannakunngjørdi fyrr í vikuni, sæst, at flogvápnið fekk boð um at skjóta flogførini niður, men at boðini komu ov seint. Frágreiðingin endurgevur eina telefonsamrøðu ímillum Dick Cheney, varaforseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra.

Cheney: "Minst trý flogfør eru á veg ímóti Washington, og í hvussu er tvey teirra eru rænd. Eftir boðum frá forsetanum havi eg givið boð um, at tey skulu skjótast niður."

Rumsfeld: "Í lagi. Men hvør fekk boðini frá tær?"

Cheney: "Boðini fóru hiðani úr tí varda rúminum í Hvítu Húsunum".

Rumsfeld: "OK. Men lat meg spyrja teg: Hevur flogfarið fingið boðini?"

Cheney: "Ja".

Rumsfeld: "Tað vil siga, at vit hava nøkur flogfør á flogi, sum hava fingið boðini?"

Chenry: "Ja, so er. Og so vítt eg havi skilt, hava vit longu skotið tvey av flogførunum niður".

Rumsfeld: "Vit kunnu ikki vátta tað. Vit hava skilt, at eitt flogfar er skotið niður, men eingin flogskipari hevur boðað frá tí".

Flogfarið, sum verjumálaráðharrin her sipar til, er tað, sum datt niður í Pennsylvania. Men tá hevði flogvápnið framvegis ikki fingið boð um at skjóta eftir teimum rændu flogførunum, og tvey teirra høvdu longu rakt World Trade Center.