Høvdu vit fingið heimild til at lagt tænastugjøld á hús, sum standa tóm, høvdu vit kunna lækkað skattaprosentið ímillum eitt hálvt og eitt heilt prosent. Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Seinastu dagarnar hevur nógv kjak verið um at kommunur skulu fáa heimild til at leggja tænastugjøld á hús, sum standa tóm, tí tær hava stórar útreiðslur av teimum. men sum støðan er nú, eru tað skattgjaldararnir í bygdini, sum skulu rinda allar útreiðslurnar – eisini fyri tey húsini, sum standa tóm.
Síðani hava bæði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fíggjarmálum, víst hesi ætlanini frá sær, tí tey siga, at hetta er eitt slag av ognarskatti, men ein annar fólkafloksmaður, Brandur Sandoy, er ikki samdur við teimum báðum.
Les eisini. Tað er ikki smápengar sum hetta kostar
Jógvan Kruse hevur roknað seg fram til, at tær grundleggjandi tænasturnar, sum kommunan veitir øllum húsum í kommununi, liggja um einar 17.000 krónur fyri hvørt hús. Tað, hann hevur tikið við í hesum sambandi, er vatnveiting, vegir, kavarudding, býarhegn, garðasýn, gøtuljós, rottutýning og tilbúgving, sum kommunurnar skulu veita øllum.
Hinvegin hevur hann ikki tikið gjaldið fyri renovatiónina til IRF við, tí kommunan rindar bara fyri tey, sum búgva fast við kommununi.
Men gjaldið fyri ruskplássið og moldgoymslurnar í teimum ymsu bygdunum er við, tí tey, sum hava summarhús brúka eisini ruskpláss og moldgoymslur, tá ið tey rudda, grava, byggja um, hampa urtagarðar. Umsitingin hjá kommununi er tikin við, tí summarhús krevja líka nógva umsiting og málsviðger, sum onnur hús. Men lendingar, havnarløg, barnaverndarøkið, dagstovnaøki, er ikki við.
– Eg havi bara tikið tær beinleiðis tænastur við, sum øll, sum byggja, og eiga hús, fáa frá kommununi, sama um tey búgva her, ella ikki, sigur hann.
Hann sigur, at í Sundalagnum, snýr hetta seg um stórar upphæddur, tí av teimum gott 900 húsunum í Kommununi standa góð 160 av húsunum, tóm. Sostatt standa 15-20 prosent av húsunum, tóm. Bara við Gjógv eru trý hús fyri hvønn skattgjaldara í kommununi, sigur Jógvan Kruse.
Hann sigur, at við Gjógv er eitt serligt summarhúsøki, har serligar reglur eru galdandi. Har vórðu grundstykkini seld dýrari enn vanligt fyri at leggja upp fyri ymsum útreiðslum og síðani rinda tey eitt tænastugjald upp á 1.760 krónur um árið, sum borgarstjórin heldur er ein symbolsk upphædd.











