Vit kundu ikki revsa sjúklingar og starvsfólk

Er nakað av uppvaski skulu vit taka aftan á, helt Heðin Mortensen, tingmaður

Í gjárkvøldið samtykti ein meiriluti í Løgtinginum at játta Landssjúkrahúsinum átta milliónur krónur afturat fyri at sleppa undan at seta sparingar í verk.

 

Men tað vóru ikki allir løgtingslimir, sum vóru sinnaðir at játta pengarnar beint nú. Teir kravdu, at fyrst skuldu Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús fáa høvi at siga, hvørjar viðgerðir, tey kundu átaka sær. Og so vóru tey sinnað at lata Landssjúkrahúsið fáa eina eykajáttan til tær viðgerðir, hini bæði sjúkrahúsini ikki høvdu førleika til.

 

Men tinglimir, sum Jógvan Skorheim, Kristin Michelsen og Jacob Vestergaard, vístu á, at tað løgna var hent, at hini bæði sjúkrahúsini sluppu ikki at síggja bíðilistan til viðgerðir, so tey fingu ikki bjóðað seg fram og tað skiltu teir púrt einki av.

 

Samstundis vístu teir á, at tað var longu í summar, at tað kom undan kavi, at sparingar máttu setast í verk á Landssjúkrahúsinum, men teir átalaðu, at ongi stig vórðu tikin fyrrenn nú.

 

Ein av teimum, sum helt at tað undir øllum umstøðum var rætt at játta pengarnar beinanvegin, var Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum.

 

Hann helt, at skal Løgtingið bíða við at játta pengarnar í nakrar dagar, verða tað bara tveir bólkar, sum svíða fyri tað. Fyrst eru tað sjúklingarnir, sum ikki sleppa í viðgerð og sum tískil skulu ganga í óvissu í nakrar dagar afturat, og so eru tað starvsfólkini,

 

Tí helt hann, at tað var alneyðugt at játta pengarnir beinanevegin. Hann heldur, at tey, sum ikki vilja taka undir við tí, hugsa meiri um lokal áhugamál enn um teir sjúklingar, sum hava brúk fyri viðgerð.

 

– Hetta snýr seg um at játta Landssjúkrahúsinum pening, og tað er púra óviðkomandi at blanda Klaksvíkar Sjúkrahús, og Suðuroyar Sjúkrahús upp í hesa viðgerðina, segði Heðin Mortensen.

 

Meirilutin í Fíggarnevndini sigur, at tað er vánalig fíggjarstýring á Landsjúkrahúsinum, sum er høuvuðsatvoldin til, at Landssjúkrahúsið kom í fíggjarligt óføri.

 

Men Heðin Mortensen helt, at Sjúklingar og starvsfólk skulu ikki svíða fyri, at Landssjúkrahúsið hevur havt eina vánaliga leiðslu.

 

– Og er tað nakað av uppvaski, má tað so verða tikið aftan á, tí at drála við at játta peningin, er at revsa bæði sjúklingar og starvsfólk, helt Heðin Mortensen.

 

Kortini varð tað samtykt við stórum meiriluta at játta Landssjúkrahúsinum pengarnar. Fimm tingfólk atkvøddu ikki fyri, og tey vóru Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum og so fýra tingfólk fyri Fólkaflokkin, nevniliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Joen Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen.