- Vit kundu ikki bara standa og hyggja

Tað sigur Rosie Kunneke, ið var millum tey handtiknu í Bø í síðstu viku, í nýggjum sjónbandi frá Sea Shepherd.

Umboð fyri Sea Shepherd hava síðstu vikurnar ikki ynskt at gera viðmerkingar til føroyskar fjølmiðlar um teirra átak, Steðgið Grindini, ella tær sjey handtøkurnar hjá limum í felagsskapinum í síðstu viku.


Nú hevur Sea Shepherd tó gjørt eitt sjónband við leiðaran fyri átakinum á landi, Rosie Kunneke úr Suðurafrika, har hon greiðir frá hvat hendi á sandinum á Bø, tá hon og Christophe Bondue úr Belgia vórðu handtikin.


Í sjónbandinum, ið er umleið hálvanannan minutt til longdar, sigur Rosie Kunneke, at hon var stødd í rættunum, tá hon fekk boð um, at grind var sædd nærhendis Mykines.


Hon skundaði sær til Bíggjar, har hon avgjørdi at royna at órógva grindadrápið.


- Vit skundaðu okkum til økið. Meðan teir nærkaðust, so avgjørdi eg og ein av mínari manning, at vit fóru at royna alt, alt vit kundu, at órógva tað. Vit kundu ikki bara standa og hyggja, sigur Kunneke í sjónbandinum.


- Vit vóru alt fyri eitt tikin. Tá menn runnu framvið mær, visti eg beinanvegin, at grindahvalirnir vóru á sandinum, og at teir vóru byrjaðir at drepa teir.


Í sjónbandinum samanlíknar Rosie Kunneke Føroyar við sítt heimland Suðurafrika. Hon førir fram, at sjálvt um nakað er ein siðvenja, so kann tað kortini vera skeivt, og vísir til apartheid í Suðurafrika.


Til ber at síggja sjónbandið við at trýsta á pílin á myndini ovast.