Vit kundu eisini selt skipið

- Seldu vit Norrønu, so kundu vit rindað hvørjum sítt. Og eigararnir høvdu eisini fingið einar 100 milliónir, staðfestir Jan Walle. Men hann leggur afturat, at hetta ikki var nakað, sum hvørki leiðsla ella eigarar høvdu áhuga í, og tí hevur málið alla tíðina verið, at Norrøna skuldi haldast á føroyskum hondum

Smyril Line

Við umskipanunum, sum nú eru staðfestar, vóna vit, at grundvøllurin undir felagnum er tryggur. Við 30 mió kr. í øktum partapeningini og øðrum 40 mió kr. í láni, halda vit okkum hava skapt eitt sterkt kapitalgrundarlag og ein somikið sunnan pengastreym, at Norrøna heilt avgjørt verður verandi á føroyskum hondum. Hartil er tað eisini mín fatan, at vit við nýggju avtalunum við Blue Water og Fjord-Line hava tryggjað okkum ein væl sunnari rakstur, soleiðis at niðasta talið eisini verður positivt í framtíðini.

Neyðugt við nýggjum inntøkum
Hann tykist hampuliga avkláraður. Norski Jan Walle, sum mánadagin hevði sín seinasta arbeiðsdag á Smyril Line. Og sjálvur tykist hann eisini halda seg hava orsøk til nøgdsemið.
- Tá eg setti meg í hendan stólin, var tað við einum máli. Norrøna skuldi varðveitast á føroyskum hondum. Og so máttu vit finna útav, hvussu hetta kundi lata seg gera.
Roknskapurin sá annars alt annað enn vakur út, tá norðmaðurin settist í stjórastólin. Fíggjarætlanirnar, sum vóru grundarlag undir keypinum av stásiliga ferðamanna- og farmaskipinum vístu seg pent sagt ikki at halda. Roknaða fleirfaldanin av ferðafólka- og farmainntøkum samsvaraði als ikki við kalda veruleikan. Ein veruleiki, sum frá fyrsta degi hevði við sær, at fíggjargrundarlagið undir fyritøkuni mátti styrkjast akutt, so hvørt sum avdráttirnir upp á skipið fullu til gjaldingar.
Men hóast kalda veruleikan, so staðfestir normaðurin, at hann alla tíðina trúði upp á setningin. Trúði uppá, at hetta skuldi bera til.
- Eg eri nokk tann føddi optimisturin. Eru forðingar á vegnum, so leiti eg altíð eftir nýggjum møguleikum, og tað gjørdi eg eisini her.
- Men tað er rætt, at tølini vóru alt annað enn vøkur. Tað fyrsta eg gjørdi, var at fáa lagt eina rakstrar- og fíggjarætlan, sum samsvaraði við veruleikan. Nakað sum vist nokk hevði verið ein mangulvøra.
- Tá hetta varð gjørt, stóð tað okkum øllum greitt, at hetta ikki var ein trupulleiki, sum vit kundu loysa einsamallir við verandi rakstri av skipinum. Tað var snøgt sagt ógjørligt, at vit á nakran hátt skuldu kunna spara okkum burtur úr reyðu tølunum, ella hinvegin økja somikið um inntøkurnar við verandi grundarlagnum. Og tí settu vit okkum alt fyri eitt sum mál, at strategiskt samstarv mátti gerast innan bæði farma- og ferðafólkavinnuna. Rukku vit ikki teimum málunum, so vildi tað verið sera trupult at fingið enn meira kapital til felagið. Og tilgongdin av hesum kapitalinum prógvar væl eisini, at eigararnir trúgva upp á ætlanini.

Kundu eisini selt skipið
Longu við sáttmálaundirskrivingina vóru nógvar røddir, sum tosaðu um eitt ørvitisprojekt. Tos, sum avgjørt ikki gjørdist veikari, so hvørt sum undirskotið av nýggja skipinum vaks í stødd.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, var at selja nýggju Norrønu. Heimsmarknaðurin fyri stálprísir hevur verið høgur, og tí vildi eitt at kalla spildurnýtt skip havt mest sum sama søluvirðið, sum keypsprísurin var áljóðandi. Var hetta ein loysn, sum tit eisini hava hugsað um?
- Tað er sjálvandi ein møguleiki, sum vit hava hugt at. Men vit hava ikki mett sum eina góða loysn. Partvíst, so er Norrøna eitt sera effektivt skip, og tí vildi tað verið trupult at funnið eitt eins stórt skip, sum kann rekast eins bíliga. Vit gjørdu til dømis eina samanbergin við skip hjá Fjord Line. Tann samanberingin vísti, at hóast fíggjarútreiðslurnar hjá okkum eru munandi størri, so vinna vit næstan 100% av hesum aftur í einum bíligari rakstri av skipinum.
- Hartil er rentan í dag somikið lág, at hendan í sjálvum sær ikki er nøkur ovurstór byrða. Stóri trupulleikin hjá felagnum hevur verið avdráttirnir. Hvørki gjaldføri ella rakstur hava megna at borið hetta, men tað vóna vit so, at vit nú hava loyst.
- Alternativt kundu vit jú eisini selt skipið og avtikið felagið. Tá høvdu vit helst kunna svarað hvørjum sítt og rinda einar 100 mió kr. aftur til eigararnar. Men tað var ikki ein støða, sum nakar okkara ynskti at standa í. Ikki minst tí Norrøna hevur ein so ófatuliga stóran týdning fyri ferðavinnuna. Bæði her og í Íslandi. Ein somikið stóran týdning, at eg haldi tað vera sjálvsagt, at Íslendskir og føroyskir myndugleikar keyptu sær kapacitet á okkara farleiðum í vetrarhálvuni. Snøgt sagt við tí fyri eyga at styrkja um grundarlagið hjá felagnum.
- Og lat meg í hesum sambandi staðfesta, at Tryggingarfelagið og Framtaksgrunnurin hava sýnt eina ótrúliga ábyrgd. Eina ábyrgd, sum er nógv størri enn tað, sum vit við góðum rætti kundu krevja av teimum. Tí tað hevur so sanniliga eisini verið hart hjá teimum.

Rutunetið verður óbroytt
Sum tað framgongur aðrastaðni her á síðuni, so skal Norrøna nú eisini undir rutusigling millum Bergen og Hantsholm. Men hóast hendan rutan verður løgd afturat netinum, so verða hini málini óbroytt. Tað vil siga, at Seyðisfjørður, Lerwick, Bergen og Hanstholm framhaldandi verða kjarnuøkini hjá felagnum.
Og hóast røddir hava verið frammi um, at tað vildi verið betri at siglt á Reykjavík í Íslandi og kanska at strika farleiðina til Lerwick, so dugir nú fyrrverandi stjórin ikki at síggja nakra orsøk til hetta.
- Tekur tú siglingina til Íslands, so er okkara konsept her, at ferðafólkið skal uppliva Íslands á egnari hond. Serliga við at taka rundvegin kring alt Ísland. Og fyri fólk, sum hava hetta málið, so er tað líkamikið, um vit leggja at í Seyðisfirði ella Reykjavík. Tí hava vit valt stytstu leiðina, sum sjálvandi tekur minst tíð og nýtir minst olju.
- Viðvíkjandi Hetlandi, so liggur tann rutan rættiliga sentralt á leiðini hjá okkum. Og tí er talan sum so ikki um nakra kostnaðarmikla leið. Talan er um eitt stopp ávegis til Bergen, og tí ræður bara um at hava positivt skiftisavlop á tí, sum tað kostar eyka at koma til Hetlands. Og tað klára vit, staðfestir hann.