Vit krevja ongan frá

Kristin Balle, stjóri á Skráseting Føroya, vísir aftur, at stovnurin hevur í hyggju at krevja nevndina í Eik Grunninum frá - Vit hava biðið um eina frágreiðing frá Eik Banka um nøkur ávís viðurskifti, og teir hava so valt at koma á fund við okkum at greina hesar frágreiðingar út. Meiri liggur fyribils ikki í hesum málinum, sigur Kristin Balle, stjóri á Skráseting Føroya.

Tað er sostatt eingin niðurstøða gjørd av fundinum við Eik, og á skrásetingini fara tey nú fyrst at kanna frágreiðingina, áðrenn nakað meiri hendir í málinum.

Eisini Kristin Balle hevur hoyrt um greinina í Jyllandsposten, har meiri enn róð verður upp undir, at fundurin í dag er ein kreppufundur, sum kann enda við, at Skráseting Føroya fer at seta nevndina í Eik Grunninum frá. Men hesum vísir Kristin Balle aftur.

- Hatta má standa fyri teirra egnu rokning. Vit hava als ikki úttalað okkum í hesum málinum, og tað einasta vit hava gjørt, er at biða um nakrar upplýsingar, sigur Kristin Balle.

Hon sigur, at tað finst ein grein í lógunum, sum heimilar Skráseting Føroya at seta eina nevnd frá, men tá skal tað verða av meiri formligum orsøkum enn talan er um her.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað kemur upp á tal at koyra nevndina frá, sigur Kristin Balle beint út.

- Vit ætla okkum at taka ta tíð, tað tekur at avgreiða málið, og tað er væl hugsandi, at vit fara at hava eitt ávíst samskifti við Eik hetta tíðarskeiði. Vit hava sum nevnt ikki tær stóru royndirnar á økinum, so vit fara at brúka neyðugu tíðina, sigur Kristin Balle, stjóri á Skráseting Føroya.