Tað hevur fingið sinnini í kók í Fíggjarmálastýrinum, at limir Starvsmannafelagsins, sum eru í arbeiðsstegði, hava blokera Fíggjarmálastýrið síðani arbeiðssteðgurin byrjaði.
Í samrøðu vi Sosialin mánakvøldið segði fíggjarmálaráðharrin, at hann var sera misnøgdur við framferð Starvsmannafelagsins, tí Figgjarmálastýrið hevði hildið seg til spælireglurnar allan vegin ígjøgnum, meðan Starvsmannafelagið ella limir tess hava blokerað bygningin á Argjum og eisini einstaka ferð í Tinganesi..
? Blokadan er ólóglig, tað er tað eingin ivi um, men hon heldur kortini fram, og tí eru vit í holt við at gera upp eitt endurgjaldskrav móti Starvsmannafelagnum, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Hvussu hetta kravið verður gjørt upp er ikki gott at vita, men hann sigur, at Fíggjarmálastýrið vil hava endurgjald fyri ta tíð, teir ikki eru sloppin til arbeiðis.
Spart góðar 3 mió.
Hjá Starvsmannafelagnum eru tey púra rólig tá tosið fellur á endurgjaldskravið.
? Vit hava einki við nakrar blokadur at gera, og tí kann eitt endurgjaldskrav ikki sendast til okkara. Vit hava alla tíðina sagt, at tiltøkini eru ikki okkara borð, men at tað eru limirnir, sum fyriskipa tiltøkini uttan okkara hjálp, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður.
Men eru hølini hjá Starvsmannafelagnum ikki miðstøð fyri tiltøkunum?
? Tað vil eg ikki siga. Limirnir eiga hølini, og vit kunnu ikki blaka teir út, sigur Gunnleivur.
Men er tað ikki so, at tit hava sagt, at limirnir skulu vera við í tiltøkum fyri at fáa løn úr tiltaksgrunninum?
? Vit hava ikki sagt, at limirnir skulu blokera fyri at fáa løn. Vit vilja hava limirnar tøkar fyri at gera eitthvørt og gera teir ikki tað, so fáa teir onga løn. Tað hevur einki beinleiðis við blokaduna at gera, sigur formaðurin.
Gunnleivur Dalsgarð vísir eisini aftur, at tað sum stendur á heimasíðu felagsins er tað sum nevndin umboðar.
? Sjálvandi standa vit aftan fyri tað, sum vit sjálvi skriva, men restina gera limirnir, og tú veitst hvussu framkomna tøknin virkar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum sostatt afturvísir, at Starvsmannafelagið hevur nakað við blokadurnar at gera.
Hvørjum fíggjarmálastýrið so skal senda endurgjaldskravi er ikki gott at vita.
? Men tað er í hvussu er ikki okkara borð, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum Gunnleivur Dalsgarð at enda.