POSTNUMMAR
Onkusvegna varð bygdin Oyrarbakki sum tann einasta bygdin gloymd, tá ið bygdir og býir í Føroyum fingu nýggj postnummur fyri nøkrum árum síðani. Hetta voldar bygdarfólkunum har stórar praktiskar trupulleikar, og nú heita tey øll á landsins myndugleikar við eini adressu um at síggja til, at bygdin fær egið postnummar.
- Av tí at vit einki postnummar hava, renna vit okkum í trupulleikar nógva staðni, tí postnummar krevst í øllum telduskipanum. Eitt nú tá ið tú skalt leggjast inn á sjúkrahús, og tá ið tú skalt hava koyrikort. Býrt tú á Oyrarbakka, ert tú noyddur at góðtaka, at Oyri stendur á koyrikortinum. Í telefonbókini standa bæði bygdarnøvnini hvørt um annað, onkuntíð bæði, men oftast Oyri. Trupulleikin av vantandi postnummari er í øllum førum vorðin meiri sjónligur síðani alt verður skrásett á teldu, sigur Óla Jákup Kruse av Oyrarbakka, sum hevur tikið stig til áheitanina.
Eisini tá ið tað kemur til skiljingina av posti á posthúsum, er tað ein trupulleiki, at Oyrarbakki einki postnummar hevur. Tí tekur Postverk Føroya væl undir við umbønini frá fólki á Oyrarbakka. Ikki minst nú posturin skjótt verður skildur elektroniskt.
Bygdirnar Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri liggja í longd av hvørji aðrari, og ert tú ikki staðkendur er ringt at vita, hvar markið gongur millum Oyrarbakka og Oyri eitt nú.
- Oyrarbakki og Oyri verða blandað saman í heilum, og á brøvum, sum koma henda vegin standa ofta bæði bygdanøvnini á. Tað er bæði villeiðandi og keðiligt. Gamla markið gongur um bøgarðin á Oyri, men bygdin er nú við tíðini vaksin norðurum. Tað sum er norðan fyri Streym er Norðskáli, sunnan fyri er Oyrarbakki og síðani kemur tú til Oyrar. Bygdirnar eru nærum samanvaksnar, men eru kortini tvær bygdir við hvør sínum navni, sigur Óla Jákup Kruse.
Oyri og Norðskáli hava ávikavist postnummar 450 og 460. Postnummarið 455 er tøkt og hetta nummarið ynskja fólk av Oyrarbakka.
- Sum skilst á Postverkinum er 455 eitt hóskandi nummar, sigur Óla Jákup Kruse.
Óla Jákup Kruse hevur sent áheitanina við undirskiftum til stjóran í Postverki Føroya og eitt til landsstýrismannin við postmálum við vón um, at málið verður skjótt avgreitt.










