Vit koyrdu næstan optimalt

Flogbóltur: Liðskiparin hjá steypavinnarunum úr ÍF, Bartal Eliasen, var av teirri áskoðan, at avrikið hjá ÍF í steypafinaluni leygardagin var nærum optimalt

Hann strálaði sum ein sól, nú hann saman við sínum liðfeløgum hevði givið sørvingum eina lektión í flogbólti, tá ið hann er bestur, fuglfirðingurin Bartal Eliasen, og hann var ógvuliga errin av avrikinum hjá liði sínum.

Vit vóru øgiliga góðir
Bartal hevði nærum ikki orð fyri, hvussu væl spælið hjá ÍF hevði koyrt í finaluni. - Vit raktu av álvara dagsformin í dag, og tá er tað eingin, ið kann steðga okkum. Vit mundu verða ógvuliga stutt frá at spæla optimalt, heldur Bartal.
Undan dystinum var ivi um fleiri av leikarunum hjá fuglfirðingum, og onkur helt at tað kanska bert var fyri at lumpa sørvingar, men tað avsannar Bartal. - Vit fingu ikki okkara menn endaliga klárar fyrr enn í dag, sigur Bartal, og eg haldi, at allir menn hjá okkum vóru hundrað prosent klárir bæði sálarliga til at spæla hesa finaluna. Eisini vil eg takka mongu viðhaldsfólkunum hjá okkum, tey vóru heilt ótrúlig, sigur liðskiparin hjá ÍF:
Áðrenn Bartal og liðfelagarnir fóru norður at feira steypasigurin, skoytti hann uppí, at hann heldur tað verða sera stuttligt, at tað ikki eru tey størstu plássini, ið eru umboðaði í steypafinalunum í flogbólti, men at tað ístaðin eru Sørvágur, Miðvágur, Tvøroyri og Fuglafjørður, ið mynda elituna í føroyskum flogbólti.