Vit koma á mál

Jóanes bóndi segði við íslendingar í 1930 : Tit ganga undan, vit koma aftaná.

Sipað varð til fullveldistøku íslendinganna í 1918.

Ongantíð havi eg ivast í , at hesi orð bóndans fóru at ganga út, men spurningurin er bara, nær koma vit aftaná.

 

Føroyingafelagið

Føroyingafelagið, ið varð stovnsett fyri meira enn hundrað árum síðani, setti sær høg mál - føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir.Teir náddu langt.Á tí mentanarliga økinum fór fram ein sonn kollvelting, men málið um at gerast sjálvbjargnir hevur gingið meira striltið.


Fólkaatkvøðan í 1946 - heimastýrislóg í 1948

Í 1946 atkvøddi meirilutin av føroyskum veljarunum fyri fullum tjóðarfrælsi ,

Men fólksins vilji varð kveisraður til viks, og ístaðin fingu vit eina heimastýrislóg.Hansu við Høgadalsá, ið var tingmaður Tjóðveldisfloksins í mong ár, plagdi at nýta myndina, at føroyingar spældu fólk í húsi, undir heimastýrisskipanini.Ein beinrakin mynd.

Vit hava nú í mong ár stríðst fyri at fáa nevndu heimastýrislóg avtikna ella broytta, men vit mugu ásanna, at striltið hevur gingið, samanhald millum sjálvstýrisflokkarnar hevur ikki verið nóg gott.


Sjálvstøðug tjóð

Sitandi samgonga hevur lagt nógva orku í, at fingið eina nýggja skipan, ið gjørdu okkum til eina sjálvstøðuga tjóð, eins og hini norðurlondini.Tað hevur eydnast samgonguflokkunum at staðið saman , men tað eru aðrir , ið hava lagt bæði løgfrøðiligar og politiskar fótonglar fyri okkum, danskir politikkarar, ið hevur borið í sær, at vit ikki enn eru náddir tí máli, vit settu okkum.


Eitt bragd

Vit valdu so aðra loysn, at yvirtaka so nógv sum møguligt eftir heimastýrislógini. Landsstýrisflokkarnir stóðu saman - samanhald gevur styrki - og vit hava megnað at skorið heildarveitingina niður við einum triðingini.Ein søgulig hending - ja einki minni enn eitt bragd fyri sjálvstýrisrørsluna í Føroyum. Nú ræður um samanhald komandi árini, so vit náa tí setningi, ið landsstýrissamgongan setti sær at náa.

Á danating

Á fólkatingi hava føroyingar rætt til tvey umboð. Hesaferð haldi eg at tað hevur alstóran týdning fyri fullveldistilgongdina, hvør verður valdur at umboða okkum føroyingar á danatingi. Er tað ein fullveldispolitikkari, so ber hann fullveldis sjónarmiðini fram, er tað ein sambandspolitikkari, so verða sambandssjónarmiðini førd fram.

Ikki er neyðugt at siga, at tjóðveldisflokkurin hevur gingið á odda í stríðnum at gera okkum sjálvbjargnar , og tí hevði tað verið ein fongur fyri sjálvsstýrisrørsluna, um hon fekk eitt tjóðveldisumboð at tala sína søk á danatingi.Tá koma vit skjótari á mál.