KÍ gjørdist í eini samanteljing hjá Sosialinum í dag tað liðið, sum nýtti flestar egnar uppaldar leikarar í Effodeildini í fjør. Heili níggju av teimum 11, sum fingu flestar minuttir, eru uppaldir í felagnum.
Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Meinhardt Joensen eru góð dømi um, at klaksvíkingar eru trúgvir mótvegis KÍ og eru vendir heimaftur eftir at hava roynt eydnuna aðrastaðni. Tað er tað møguliga ein serlig orsøk til.
Les eisini: KÍ nýtti flestar egnar uppaldar leikarar
- Vit klamsa ikki við hurðunum. Vit stuðla okkara leikarum í at fara aðrastaðni og siga, at teir eru vælkomnir heimaftur. Tað viðvirkar til, at teir tíma at koma aftur, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Hann vísir annars á góða ungdómsarbeiðið í felagnum og fegnast um, at teir ungu leikararnir hava fingið møguleikan.
- Vit hava ongantíð tilætlað lagt okkum eftir at hava eitt lið við uppruna klaksvíkingum, men vit hava tilætlað valt at givið okkara egnu leikarum møguleikan á besta liðnum, sigur Tummas Lervig.