Mikumorgunin fingu vit umvegis fartelefonina fatur á Arnbjørn Danielsen, tá ið hann saman við restini av landsliðshópinum stóð í bíðirøð á flogvøllinum í Geneve at fáa sítt viðføri innskrivað.
Stórt upplivilsi
Spurdur um hvussu tað var at verða aftur á føroyska landsliðnum, sigur Arnbjørn Danielsen: - Tað er altíð stuttligt at verða á landsliðnum, og tá ið mótstøðuliðið er Holland, er talan um eitt satt upplivilsi, sigur toftamaðurin, ið var á høgra bakki frá fyrsta bríksli. - Eg haldi eisini, at tá ið man spælir ímóti einum so sterkum liði sum Hollandi við so nógvum heimsstjørnum, so ræður tað um at njóta løtuna, sigur Arnbjørn Danielsen, sum gjørdist rættuliga bilsin, tá ið hann frætti, at hann var úttikin.
Um sjálvan dystin sigur Arnbjørn, at teir vóru fyrireikaðir upp á, at hollendingarnir vóru øgiliga sterkir, og tí var tað umráðandi hjá føroyingunum at verða væl skipaðir í verjupartinum. - Eg haldi, at vit kláraðu okkum væl, serliga fyri steðgin. Tó mistu vit luftina í byrjanini av seinna hálvleiki, tá ið teir senda eitt heilt nýtt og úthvílt lið á vøllin, sigur Arnbjørn og leggur afturat, at eftir hansara tykki var "b-liðið" hjá Hollandi betur enn "a-liðið". - Eg haldi til dømis, at álopsparið eftir steðgin (Roy Makaay og Pierre van Hooijdonk blðm.), komu betur frá tí enn Ruud van Nistelrooy og Patrik Kluivert gjørdu tað í fyrra hálvleiki. Hann heldur, at høvdu hollendingarnir ikki skift alt liðið út í steðginum, er væl møguligt, at úrslitið hjá okkum hevði verið enn betur.
Tá ið vit spyrja Arnbjørn, um man hugsar um, hvørjir leikararnir eru á mótstøðuliðnum, sigur hann: - Undan dystinum, tá ið man heilsar upp á mótstøðuleikararnar, bítur tú sjálvsagt merki í, at tað eru menn sum van Nistelrooy, Kluivert, Stam og Davids, sum tú skal dystast við, men tá ið dysturin er farin í gongd, hugsar tú ikki um tað, sigur B36-leikarin at enda.










