Vit keypa meir og meir

Nú keypa vit líka nógv búnýti og innbúgv sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008

Sølan av búnýti og innbúgvi er 7,5 prosent hægri annan ársfjórðing í ár enn í fjør, sølan av mati í sama tíðarskeiði er voksin 2,9 prosent og sølan av klædnavørum og fótbúnaði er voksin 4,0 prosent.

Tølini frá Hagstovuni benda á, at føroyingar í stóran mun hava pening at brúka. Hagstovan skrivar, at gongdin innan búnýti og innbúgv er merkt av lækkandi prísum og vaksandi eftirspurningi.

- Hetta kemst helst av tí nógva byggivirkseminum og viðlíkahaldi av sethúsum o.a., sum hevur verið tey seinnu árini. Samanlagt gevur hesin økti eftirspurningurin ein vaksandi umsetning í søluni av búnýti og innbúgvi, skrivar Hagstovan.

 

Vøksturin í søluni av mati stendst væntandi fyrst og fremst av fólkavøkstrinum, viðmerkir Hagstovan, meðan økingin í umsetninginum av klæðum og fótbúnaði tykist vera ein avleiðing av nógvari kapping á marknaðinum og góðu gongdini í samfelagnum sum heild. Tølini fyri klæðir og fótbúnað vísa, at vit keypa fyri næstan líka nógv nú, sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008. Vit keypa eitt lítið sindur meiri enn undanfarin ár, men príshækkanin ger, at vit brúka tilsamans nógv meiri pening upp á mat enn áður, sæst á grafunum hjá Hagstovuni.