Vit keypa enn nógvar nýggjar bilar

Vit keypa enn nógvar nýggjar bilar. Men vøksturin er minkaður, hóast hann framvegis er næstan 8 prosent.

 

Higartil í ár eru skrásett 2.523 nýggj akfør í Føroyum. Av teimum eru 1.838 persónbilar.

 

Av samlaðu skrásetingini av akførum er talan um ein vøkstur upp á 7,59 prosent framgongd í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Um vit bara tosa um persónbilar, so er talan um ein vøkstur upp á 9,34 prosent vøkstur fyrstu 11 mánaðirnar í ár.