Tey, sum í februar vóru liðug sum pedagogar, siga seg kenna flestu av somu trupulleikum, sum tey í 2. og 3.p hava í dag Nøkur av teimum, sum í vetur vórðu útbúgvin pedagogar á Føroya Læraraskúla, hava skrivað undir so ljóðandi alment skriv til miðlarnar:
- Nú tað frættist í miðlunum, at 2.p og 3.p á Føroya Læraraskúla hava kært til Mentamálaráðið, vilja vit, sum gingu í 4. P, og blivu liðug sum námsfrøðingar fyrr í ár, veita teimum okkara fulla stuðul.
Fleiri av málunum, sum hava verið frammi í almenninginum, eru tíverri ikki ókend fyri okkum, og fleiri av viðurskiftunum hava vit eisini verið vitni til stórt sæð alla okkara lestrartíð á Føroya Læraraskúla.
Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til kæruna hjá næmingunum í 2.p og 3. p, og vóna at avvarðandi myndugleikar fara at gera tað, sum krevst fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.
Vegna næmingarnar í 4.p
Gunnvá Edvardsdóttir, Eyð Tórhalsdóttir, Marit Mikkelsen og Ranvør Isholm