– Útsøgnirnar frá fyrrverandi læknastjóranum, og fyrrverandi sjúkrahússtjóranum, um vánaligt samskifti við Heilsumálaráðið, kenna vit alt ov væl. Tað sigur Kommunulæknafelagið í eini viðmerking til støðuna í. Heilsuverkinum eftir at Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri fyri eini viku síðani.
Felagið leggur seg ikki út í uppssøgnuna, men kommunulæknarnir siga, at teir hava tað greiðu fatan, at óhepnar støður koma av, at heilsufakligur førleiki manglar í Heilsumálaráðnum.
– Hesi seinastu árini hava vit ferð eftir ferð uppliva, Heilsumálaráðið lurtar ikki eftir okkum. Vit hoyra, óbeinleiðis, um stórar broytingar, sum ætlanin er at gera í okkara arbeiðsviðurskiftum, men vit verða ikki tikin við uppá ráð, og hava onga ávirkan, siga kommunulæknarnir.
– Í nøkrum førum er Kommunulæknafelagið biðið um at koma við hoyringssvari. Men vit uppliva, at er svarið ikki í samsvari við ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum, verða sjónarmiðini hjá okkara fakbólki ikki tikin við. Og ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum verða settar í verk, hóast tað er okkara fatan, at tað ikki er til gagns fyri borgaran.
– Ímeðan vit eru í sáttmálasamráðingum, arbeiðir Heilsumálaráðið, við stórum verkætlanum um kollveltandi broytingar á kommunulæknaøkinum, uttan at kommunulæknarnir hava nakra ávirkan. Kommunulæknafelagið sigur, at tað er hugstoytt at síggja, at arbeitt verður víðari við ætlanum, sum vit mæa frá, og uttan teirra íkast.
Felagið sigur, at avgerðir, ið Heilsumálaráðið hevur tikið, hava í fleiri førum gjørt eina torføra støðu í kommunulæknaøkinum verri, har tey ístaðin høvdu væntað at Heilsumálaráðið, var við til at loysa og bøta um, trupulleikarnar.
Tí heldur felagið, at fyri at bøta um samskifti millum avvarðandi partar í føroyska heilsuverkinum, verður tað neyðugt at fáa betri heilsufakligan førleika í Heilsumálaráðið.










