Teir fyrstu sjey mánaðirnar var innflutningurin 740 milliónir krónur ella 23 prosent minni enn somu mánaðir í fjør. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at tað er serliga vinnulívið, sum innflytur minni tilfar til framleiðsluna, meðan tað, sum fer til húsarhaldsnýtslu, ikki er minkað eins nógv.
Í fjør var oljuprísurin óvanliga høgur, og tað sæst aftur í innflutningstølunum. Vit innflyta brennievni í ár fyri góða helvt av tí, vit innfluttu fyri í fjør, men nøgdirnar eru áleið tær somu, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Samanlagt var innflutningurin teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár 2.428 milliónir krónur ímóti 3.081 millónum somu mánaðir í 2008.