Tað fellir ikki í góða jørð hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og harvið heldur ikki hjá Sambandsflokkinum sum so. Tað vil so aftur siga, at løgtingið fyri triðu ferð fer at fella uppskotið.
Jacob Vestergaard vísir á, at hetta er ikki rætti mátin at tryggja viðurskiftini hjá útlendskum sjófólki, les undirløntum asiatiskum sjófólki. Hann vil heldur hava útlendingalógina broytta.
Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí tað málsøkið er danskt.
Men gott tað sama, hugsar Vestergaard – og harvið allur Sambandsflokkurin. So siga vit bara, at vit skulu broyta útlendingalógia, og so hendir einki. Og kann tað vera eitt mál í sjálvum sær, at einki skal henda?
Jú sjálvandi er tað eitt mál í sær sjálvum. Akkurát sum við fiskivinnunýskipanini. Har skal heldur einki henda. Tað er suksekriteriið hjá Vestergaard.
Meðan uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, og stuðulin frá fakfeløgunum, hevur atlit til manningina, so er Fólkaflokkurin – og harvið eisini Sambandsflokkurin og harvið esiini meirilutin á tingi – í eini heilt aðrari støðu.
Samgongan hevur atlit til reiðaran. Tað hevur størstan týdning, at reiðarin hevur tað gott. Hevur reiðarin tað gott, so hava sjómenninir tað eisini gott. Tað sigur seg sjálvt.
Tað hevur tí minni týdning, at reiðarin hevur undirlønta asiatiska arbeiðsmegi.
Málið er ikki meira innviklað enn so.
Atlitini hjá andstøðu/fakfeløgum er til arbeiðsfólkið, meðan atlitini hjá Fólkaflokkinum/Sambandsflokkinum eru ril reiðaran.
Tað er at kalla ein spaka fyri ein spaka.
Tað heila koyrir so bara víðari, sum um einki var hent. So er spurningurin, um sjófólk okkara stuðlar slíkum politikki...










