Vit hugsa nýtt

Kristian Magnussen
valevni Javnaðarfloksins
Vinnuliga, politiskt og samfelagsliga er neyðugt at hugsa nýtt. Framtíðarstøða Føroya snýr seg um, í hvønn mun vit megna at laga okkum til nýggjar og øðrvísi avbjóðingar. Og hetta er galdandi á øllum økjum.
Javnaðarflokkurin vil altíð ganga á odda fyri vinnuligari, politiskari og samfelagsligari nýhugsan.