Vit hugsa meiri og meiri um okkum sjálvi

Men doyggja fakfeløgini, er vandi fyri, at vit verða førd hundrað ár aftur í tíðina

– Vit verða meiri og sjálvsøkin!

 

Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, men tað er synd at siga, at nógv verður gjørt burtur úr. Fyrr var dagurin hildin kring alt landið, men í dag er tað bara í Havn og í Vestmanna, at hátíðarhald eru. Tað  er eisini synd at siga, at tað er tann stóra mannfjøldin, sum tekur lut.

 

Hans Joensen heldur, at ein orsøk til tað, er, at vit verða meiri og meiri sjálvsøkin. Men hann staðfestir, at týdningurin av at hava fakfeløg, kann ikki yvirmetast, tí teir ágóðar, verkafólk hava, eru ikki komin av sær sjálvum.

 

Og doyggja fakfeløgini er vandi fyri, at vit koma aftur í somu støðu, vit vóru í fyri yvir 100 árum síðani, tá ið ongi fakfeløg vóru at stríðast fyri rættindunum hjá verkafjøldini.

 

Trýst á pílin undir myndini og lurta, hví Hans Joensen heldur, at tað er neyðugt at varðveita sterk fakfeløg, og hví hann heldur, at øll fakfeløgini skuldu havt eitt felags hátíðarhald í Havn.