At fólk eru í góðum lag á Summarfestivalinum í dag merkist nokk serliga á tjaldingarøkinum. Uttanfyri tey mongu tjaldini á Akursmørk, ið er mitt í hjartanum á festivalinum, siga nógv fólk og hugna sær.
In.fo hevur hitt ein bólk av vinfólki frá Vestmanna og Kvívík, sum situr og hitar upp til Twisted Sister, ið spæla kl 22.30 í kvøld.
- Tað er øgiliga blanda hvussu ofta tey hava gist á tjaldingarøkinum áður, men hóast hetta er fyrstu fer fyri nøkur av teimum, so er hetta 11 fer at Høgni Joensen úr Kvívík svevur í telt á festivalinum.
Eg havi verið í nógv ár, tá man svav uppi við undirsjóvarunnilin, og hetta staðið er nógva ferðir betur, sigur Høgni.
Tey eru øll sera einig í at umstøðurnar fyri tjaldarar í ár eru øgiliga góðar.
- Umstøðurnar eru betri enn á G!, og tað at veðrið er so gott ger tað ikki verri, sigur Sigmundur Petersen, úr Kvívík.
Tá tey verða spurd hvat tey gleða seg til, so er tað serliga Twisted Sister, sum tey síggja fram til.
- Vit elska Twisted Sister, og hava hita upp til tað í allan dag, men annars ætla vit bara at hugna okkum, og so at lurta eftir tónleiki, sigur Sjúrður Olsen at enda.










