John Johannessen,
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin
Við Javnaðarflokkinum á odda hava vit í dag tikið tað størsta veruliga sjálvbjargnisstigið, sum tikið er í føroyskari søgu síðani heimastýrislógina í 1948.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Anders Fogh Rasmussen hava við felagslýsingini í dag lagt navn til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki. Sjálvstýrismálið er ikki longur eitt stríð ímillum føroyskar og danskar myndugleikar, men eitt føroyskt mál burturav. Tíðin, har neyðugt var at biðja danir um loyvi at sleppa at taka yvir málsøki er av. Vit hava yvirtikið sjálvt sjálvstýrismálið, soleiðis at tað nú beinleiðis er Føroya fólk, sum gjøgnum Løgtingið ger av, nær málsøki verða yvirtikin og hvørji málsøki verða yvirtikin.
Sterk semja ? C lykilin
Tað hevur síðani fullveldislandsstýrið staðið púra greitt, at ikki bar til at røkka semju og loysnum á sjálvstýrismálinum, uttan at Javnaðarflokkurin gjørdist lykilin. Hvørki bar til at finna semju við danir ei heldur flokkana millum her heima.
31. januar í fjør eydnaðist Javnaðarflokkinum at skipa samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í breiðari politiskari semju um sjálvstýrismálið.
Nú gott ár seinni hava vit rokkið semju við danir. Einari sterkari semju um eina yvirtøkulóg við stórum meiriluta av Løgtinginum og øllum Fólkatinginum aftanfyri.
Á ólavsøku í ár kemur yvirtøkulógin í gildi og harvið eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari søgu.
Vit valdu gott og virðiligt samskifti og fingu veruligar loysnir.
Virðilig og góð loysn
Tá Løgtingið og Fólkatingi í hvør sínum lag samtykkja yvirtøkulógina, verða A og B listarnir í heimastýrislógini ikki longur galdandi. Tað vil siga, at tað ikki longur verður ásett á nøkrum lista, hvørji mál vit kunnu yvirtaka. Og heldur ikki verður kravt, at vit skulu samráða okkum fram til loyvi at yvirtaka.
Í staðin verður høvuðsreglan í Yvirtøkulógini galdandi, sum sigur at øll mál, sum ikki eru knýtt at sjálvari fullveldistøkuni, kunnu yvirtakast, tá meiriluti er fyri tí á Løgtingi.
Stóra nýskipanin við yvirtøkulógini er, at hon leggur upp í hendurnar á føroyskum myndugleikum einamøllum at gera av, nær málsøki bæði innanfyri og uttanfyri heimastýrislógina koma á føroyskar hendur.
Andstøðan kann vera við
Vit hava uttan iva rokkið einari loysn á sjálvstýrismálinum, sum eisini Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin í andstøðu eiga at kunna taka undir við. Hetta serliga, tá hugsað verður um, at allir flokkar á Løgtingi halda fram í arbeiðinum at gera føroyska stjórnarskipnarlóg. Og at tað í stjórnarskipanarlógini greitt skal vera ásett, hvussu vit føroyingar skulu bera okkum at, um vit einaferð í framtíðini koma til ta avgerð, at vit velja at siga upp verandi ríkisrættarligu støðuna.
Men spurningurin, um andstøðan vil vera við, er ein spurningur, hvørt Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at góðtaka, at avgerðin nú liggur hjá føroyingum. At sjálvstýrisstríðið nú er ein spurningur um politiskan meiriluta á Føroya Løgtingi, heldur enn áhaldandi herróp og stríð við danir um endaliga málið, uttan at røkka úrslitum.
Mín vón er, at eisini Tjóðveldisflokkurin ynskir at vera við til at skapa breiða semju um størsta sjálvstýrisstigið, sum tikið er síðani 1948.