Í samband við landsdystin ímóti Týsklandi, hevur fyritøkan P/F Wenzel forkunnuga vitjan í hesum døgum. Tað eru fýra bilhandlarar hjá Ford í Týsklandi, sum vitja føroysku fyritøkuna.
Ein teirra, Gerd Freier, var eisini í Føroyum fyri 36 árum síðan, tá VFB Lubeck spældi fýra dystir ímóti føroyingum. Hann starvast í dag sum bilhandlari í Luhnenburg, sum liggur 100 km sunnan fyri Lubeck.
Gerd Freier kom til Føroya mánadagin við Norrunu, sum jú er bygd í Lubeck. Hann spældi seinast í 60 árunum við týska felagnum VFB Lubeck. Freier minnist væl ferðina í Føroyum í 1967. Hann sigur frá, at eingin á týska liðnum kendi nakað til Føroyar undan ferðini.
? Vit hildu at Føroyar verða eitt stað í Eysturríki, men tað funnu vit skjótt út av, at vit skuldu á eina longri ferð,enn til Eysturríkis. Føroyska landsliðið hevur gjørt nógv fyri vísa á Føroyar runt í heimi, og í dag vita flestu týskarar, hvar Føroyar liggja, greiðir Gerd Freier frá
Týskarin fortelur, at ferðalagið kom við Tjaldrinum til Føroya frá Keypmannahavn, og leikarar og venjarar gistu privat í Havn.
Minnist serliga landsdystin
Á ferðin leikti Lubeck fýra dystir, og serliga minnist Freier dystin ímóti landsliðnum. ? Av dystunum vit leiktu, minnist eg serliga dystin ímóti føroyska landsliðnum, sum vit vunnu 4-0. Eg minnist serliga, tá týski tjóðsangurin var spældur, hvussu vánaligt tað ljóðaði, fortelur Freier skemtandi.
Aftaná dystin ímóti føroyska landsliðnum, var Lubeck ferðalagið bjóða í B36-húsið. Freier greiðir frá, at hann minnist hvussu gestablídnir føroyingar vóru, og at hansara viðleikarar vóru bergtiknir av, hvussu væl føroyingar dugdu at hugna sær.
Sjálvur spældi Freier sum yrkisleikari hálva tíð frá 1966 til 1971, og tey seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt á fyritøku hjá Ford í Luhnenburg. Í arbeiðsørindum, hevur hann verið í Føroyum fleiri ferðir, síðan 1967.
?Í Føroyum er nógv broytt, síðan í 60 árunum. Eg hugsi sjálvsagt fyrst um bilarnar, men sjálvsagt eisini tey mongu bergholini og vegirnir, sum eru bygdir. Tá vóru stór vøkur grøn nattúruøki, men hesi sær ein ikki longur, fortelur Freier at enda.