Fólkatingsvalið 2005
? Hetta var ikki gott. Men tá ið vit hava slokt sárini í nakrar dagar, herja vit á aftur við fullari megi.
Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins, er alt annað enn nøgdur við úrslitið av fólkatingsvalinum.
Sambandsflokkurin var stóri taparin á fólkatingsvalinum týsdagin. Á fólkatingsvalinum í 2001, fekk hann 27,3 % av atkvøðunum og ein fólkatingslim. Týsdagin fekk hann bara 21,4 % av atkvøðunum. Sostatt misti hann 5,9% av atkvøðunum og fólkatingsmannin.
Kaj Leo Johannesen hevur onga eintýðuga forkláring uppá, hví tað gekk so illa.
? At fáa líka gott úrslit sum í 2001, var ikki væntandi, men eg hevði vónað, at vit lendu á eini 23%.
Onkusvegna heldur hann, at flokkurin hevur goldið fyri at sita í samgongu, men hann dugir ikki at seta fingurin á nakað ávíst, tí hann heldur flokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði í landsstýrinum.
Hann dugir heldur ikki at vísa á nakað ávíst í valstríðnum, sum er kiksað.
? Valluttøkan var nógv minni hesuferð enn seinast og tað vísir seg, at ein lág válluttøka er ikki góð fyri sambandsflokkin. Hinvegin vísir tað seg ofta, at er vallutøkan høg, stendur sambandsflokkurin seg eisini væl.
Hví tað er so, veit formaðurin ikki, men onkusvegna eydnaðist ikki at fáa kjarnuveljararnar hjá flokkinum á val hesuferð.
Rembingar hava verið dýrar
Formaður sambandsfloksins heldur, at ein orsøk til afturgongdina er, at Lisbeth Petersen, sum var ein stórur profilur, ikki stillaði uppaftur hesuferð.
? Harafturat skerst ikki burtur, at á valinum í 2001, var ein kraftig polarisering ímillum loysing og samband og tað gav tjóðveldinum og sambandinum hvør sín fólkatingslim.
Kaj Leo Johannesen heldur, at nú er hendan polariseringin dovnað nakað. Og somuleiðis skerst ikki burtur, at rembingar hava verið í sambandsflokkinum, sum kanska hava fingið veljaran at setast aftur.
Hann hugsar ikki um rembingarnar, tá ið Heðin Mortensen fór úr flokkinum eftir býráðsvalið.
? Eg standi framvegis við avgerðirnar, sum vórðu tiknar tá, tí tað hevur størri týdning at varðveita trúvirði enn tað hevur at varðveita Heðin Mortensen. Tað vísir seg heldur ikki at tað hevur kostað sambandsflokkinum nakað serligt. Undir øllum umstøðum hevur tað ikki hjálpt javnaðarflokkinum, at hann arvaði Heðin Mortensen.
Tá ið Kaj Leo Johannesen tosar um rembingar hugsar hann meiri um tað, sum fór fram, tá ið Johan Dahl noyddust úr landsstýrinum. Tað heldur hann hevur skatt flokkin.
? Í so máta haldi eg, at tjóðveldisflokkurin hevur eitt heilt annað slag av veljarum. Hóast polariseringin ímillum loysing og samband er dovnað, hevur hann varðveitt atkvøðurnar. Og ímeðan tað sær út til, at vit verða revsaðar fyri tær rembingar, sum eru í flokkinum, sær út til, at tjóðveldisflokkurin vinnur við tað, tí har hava sanniliga eisini rembingar verið.
Ætlar sær ikki frá
? Kanska hevur tað ikki eydnast okkum at fáa boðskapin nóg greitt fram. Og tað taki eg, sum formaður, á mín kappa.Tað hevur ikki eydnast nóg væl at fáa okkara kjarnuveljarar áupp úr sofuni og tað skal gerast betri næstu ferð.
Men Kaj Leo Johannesen vil ikki hoyra talan um at siga seg frá sum formaður.
? Eg havi sitið í eitt ár og eg læri alla tíðina. Eg haldi eisini, at tað er rímiligt, at ein formaður fær ein veruligan møguleika at byggja flokkin upp og tað gerst ikki upp á eitt ár.
-? Sjálvandi gevur eitt úrslit sum hetta orsøk til sjálvrannsakan. Ein flokkur skal altíð rannsaka seg sjálvan og vit fara nú at lýsa støðuna og so herja vit á aftur.
Sjálvur er Kaj Leo Johannesen sera takksamur við atkvøðurnar, hann sjálvur fekk. Hann fekk 1129 atkvøður hesuferð. Seinast hevði hann 319.
At hann kom at liggja aftanfyri Edmund Joensen, sum fekk yvir 1300 atkvøður, tekur hann ikki so tungt.










