Føroyingar ivast ikki í, at íslendingar eru okkara bestu frændir. Hóast førleikin til innanhýsis samskifti her norðuri í Atlantshavinum ikki er tann besti, so kenna vit bondini at vera sterk. Føroyingar hava búð og búgva í Íslandi, og íslendingar hava búð og búgva í Føroyum. Føroyingar hava funnið arbeiði á landi og sjógvi í Íslandi, tá ið tað ikki hevur staðið so væl til heima hjá okkum sjálvum, og íslendingar hava funnið arbeiði í Føroyum, tá ið tað ikki hevur staðið so væl til har yviri. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis er tað.
Í hesum døgum hava óvanliga nógvir føroyingar eitt vakið eyga við, hvussu tað gongst grannanum fyri vestan. Talan er um syndarliga búskaparkreppu, og í kjalarvørrinum á henni er turbolensurin í politisku skipanini so mikið stórur, at tað nú er rættulig politisk kreppa og harvið samfelagslig kreppa í Íslandi.
Vit eiga at læra av søguni, verður sagt. Men samstundis mugu vit ásanna, at dømini eru nógv um, hvussu skjótt vit gloyma søguna. Síðsta dømið her heima hjá okkum sjálvum er, at tað bara tók nøkur ár at sleppa fótafestinum, eftir at vit sum samfelag vóru komin burtur úr stóru búskaparligu, politisku og samfelagsligu kreppuni fyri knappliga tjúgu árum síðani.
Íslendingar eru meint raktir, og vit hava samkenslu við teimum. Teir kenna sviðan av, hvussu tað tørnar út, tá ið spekulatión og løtuvinningur verða girað og mett hægri enn almennar vælferðartænastur, og tá ið samhaldsfesti verður slept upp á fjall, tí solospælararnir við hjálp frá tillagaðum lógum og almennum skipanum annars fáa frítt at fara.
Ballið er buðið. Ótamda liberalisman hevur spælt fullkomuliga fallit, og nú er tað upp til vanliga íslendska skattgjaldaran at taka upp og vísa samhaldsfesti. Tað er einki at undrast á, at tað prutlar undir lokinum, og at tað viðhvørt flýtur yvir. Serliga tá ið tað vísir seg, at sessurin framvegis tykist tryggur undir teimum, sum hava spælt fyrstu violin, meðan hetta hevur gingið fyri seg.
Íslendska stjórnarskipanin stendur sína roynd í hesum døgum. Forsetin er í brennideplinum, nú tað er upp til hansara at gera av, hvør skal skipa stjórn. Floksleiðslurnar fara at vísa, at tær boyggja seg fyri hesum. Tað hevur týdning fyri Ísland sum land og tjóð, at hetta fer at ganga fyri seg soleiðis, sum tað er ásett í grundreglunum fyri samfelagið. Júst í sovornum støðum er tað, at skipanin skal vísa, hvør dugur er í henni.
Hvørjar avleiðingar íslendingar á valinum um hálvan fjórða mánað fara at taka av, at teir eru komnir í so djúpan aldudal, fer tíðin at vísa. Men síðani 2. heimsbardaga er tað ikki komið fyri í okkara parti av heiminum, at fólkið hevur reagerað so ógvusliga, sum íslendingar í hugburði og atburði hava gjørt seinastu vikurnar.
Hetta vísir, at tað svíður hjá teimum, og vit heilsa teimum og vísa teimum samhuga. Gævi at vit saman við teimum lærdu, hvussu tað gongst, tá ið dygdirnar, sum okkara samfeløg nógvu tey seinastu árini hava verið grundað á, verða goymdar og gloymdar.