Fyri triðju ferð á sínari yrkisleið sum venjari, skal Jógvan Martin Olsen royna seg í steypafinaluni. Hann stóð á odda fyri NSÍ í árunum frá 2002 til 2004, tá hann bæði vann og tapti finaluna um Løgmanssteypið í hesum tíðarskeiðnum. Mikudagin skal hann standa á odda fyri Víkingi, sum ongantíð hevur verið nærri einum gullmerki í stutt felagssøguni.
Hava virðing
Víkingur hevur tvær reisur tapt móti EB/Streymi í hesum kappingarárinum. Men stigatalvan vísir, at samanlagda felagið úr Gøtu og Leirvík hevur staðið seg betur higartil. Men sjálvsagt hevur Víkingur virðing fyri sundalagsmonnum, sigur venjarin.
- Tað er heilt burturvið, um tú ikki hevur virðing fyri EB/Streymi og úrslitunum, sum felagið hevur havt seinastu árini. Men vit laga okkum ikki eftir teimum. Vit fara at ansa eftir sundalagsmonnum sum eina eind, og fara ikki at hava eyguni eftir nøkrum einstaklingi. Útgangsstøðið hjá okkum verður tað sama, har vit fara at royna at spæla fótbólt, og verða ágangandi og stríðast, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari.
Hann staðfestir, at fyrireikingarnar til finaluna hava ikki verið øðrvísi enn til landskappingardystir.
Ungt lið
Stuðulsleikararnir á liðnum hjá Víkingi eru óroyndir í tílíkum týðandi dystum. Súni Olsen, Andreas Lava Olsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar hava ongantíð vunnið tað stóra á sínari yrkisleið sum fótbóltsleikarar.
- Eg vóni ikki, at tað fær ávirkan. 17 av teimum 20 leikarunum í okkara hópi eru lokalir. Og allir vilja stríðast fyri felagið. Tað verður ein stór uppliving, og vit gleða okkum, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.
Hvønn týdning kann finalan fáa fyri restina av kappingarárinum?
- Tað er torført at siga. Gleðin at vinna eina finalu er eins stór sum vónbrotið at tapa eina finalu. Vit hava fleiri uppgávur at loysa beint eftir finaluna, og tí eru vit fyrireikaðir upp á at flyta fokus beinanvegin, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.