- Vit hava vent gongdini og nú ræður um at halda kósini. Lat okkum ikki seta góðu gongdina í vanda, segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, tá flokkurin legði valskrá sína fram í morgun.
Jørgen Niclasen vísti á gongdina síðani ABDH samgongan tók við.
- Tað loysti seg ikki at arbeiða, arbeiðsloysi var høgt, tað var hall á fíggjarlógini og fólkafráflytingin var stór. Men nú er kósin vend, segði Jørgen Niclasen og vísti á, at flatskatturin varð settur í gildi, føroyingar ásettu sær egna makrelkvotu og vøksturin í almennum inntøkum er voksin alsamt.
- Gongdin í samfelagnum hevur verið góð, men nú skal fólkið hava vøksturin, segði Jørgen Niclasen, sum førdi fram, at Fólkaflokkurin nú fer at leggja høvuðsdent á familjuna.
Jørgen Niclasen segði, at flatskatturin var ikki ein skattalætti sum so, men at hann var lívsneyðugur fyri føroyska samfelagið.
- Vit máttu gera, so at tað loysti seg at arbeiða. At tað gjørdist ein skattalætti hjá nøkrum var einans ein síðuvinningur, segði hann.
Nú tá skil er komið á búskapin og tað væntandi verður yvirskot á fíggjarlógini, sigur Jørgen Niclasen, at tíðin er komin til at veita skattalætta, og tað verður til miðal- og láginntøkurnar. Fyrst og fremst skal latskatturin verjast, og síðani skal skatturin á lág- og miðalinntøkur lækkast.
- Vit vilja ikki, at nøkur lág- og miðalinntøka skal skattast meiri enn 30 prosent. Tí skal bæði lands- og kommunuskatturin lækkast, segði Jørgen Niclasen.
Hóast kommunurnar ikki siga seg hava ráð til at lækka skattin, ætlar Jørgen Niclasen at krevja, at tær so gera.
- Vit hava illa kunna kravt tað av teimum áður, alla ta tíð, vit ikki hava gjørt tað sjálvir, men nú tá landsskatturin eisini fer at lækka, fara vit at krevja, at kommunurnar gera sítt, sigur Jørgen Niclasen.
Umframt hetta, vil flokkurin gera broytingar á barnaansingarøkinum. Barnsburðarfarloyvið skal leingjast til 12 mánaðir við løn, umframt at allur kostnaðurin av barnaansing skal rindast foreldrunum. Síðani kunnu tey sjálvi velja, hvussu tey ynskja, at barnið skal ansast, tað verið seg í vøggustovu, barnagarði ella aðrari ansing.
- Nógv arbeiða skeivar arbeiðstíðir og vit vilja við hesum veita teimum eina hjálpandi hond, soleiðis at tey betri kunnu skipa sín egna dagligdag, segði Jørgen Niclasen.