Vit hava uppiborið hetta

Gunnar Nielsen sigur, at tað er tekin um góðu gongdina hjá landsliðnum, at Tórsvøllur verður fullsettur leygardagin.

Leygarkvøldið klokkan trý korter til átta skulu Føroyar spæla ímóti Grikkalandi í EM-undankappingini í fótbólti, og verður dysturin spældur framman fyri 4.800 áskoðarum á Tórsvølli, sum hevur fingið eina andlitslyfting við skýli og øðrum.

 

Nógv verður gjørt burturúr, tí fyrstu 2.000 áskoðararnir fáa ein brellbita við føroyskum laksi frá Bakkafrost, sum er høvuðsstuðul hjá landslinum, og eisini skipa bæði "Tólvti maður" og "Skansin" fyri ymsum tiltøkum uttan fyri Tórsvøll undan dystinum.

 

Atgongumerkini til dystin ímóti Grikkalandi, sum Føroyar jú vunnu 1-0 á niðri í Pireus í november í fjør, blivu útseld eftir stuttari tíð, sum er nakað heilt annað enn tað, vit eru von við.

 

Ein av spælarunum, sum er sera fegin um stuðulin frá føroysku áskoðarunum, er málverjin, Gunnar Nielsen.

 

-          Eg haldi tað er fantastiskt. Vit skulu bara njóta hetta her, men eg haldi, vit hava uppiborið hetta, eftir góða úrslitið í Grikkalandi, segði málverjin við Rás 2 fyrr í dag.

 

-          Hetta man vera fyrstu ferð, tað er útselt til ein landsdyst, har eingin kennir nøvnini á nøkrum spælara hjá mótstøðuliðnum.

 

Hann sigur tó, at tað nyttar lítið hjá teimum, sum ikki hava fingið atgongumerki, at biða landsliðsleikarar um hjálp, tí teir hava ongi atgongumerki eftir heldur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við landsliðsmálverjan.