Vit hava tosað opið - og vit eru á rættari leið

Eitt trygdarrúm skal gerast í Tinganesi - men tað er ikki til politikarar at krógva seg í tá ið á stendur

Eg haldi avgjørt, at vit eru á rættari leið.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú hann hevur verið á fundi við danska starvsfelagin, Jeppe Kofod.

Hann sigur, at teir báðir hava tosað rættiliga væl og opið saman, og at danir eru sinnaðir at geva okkum ein størri leiklut á uttanríkispolitiska økinum.

Men avbjóðingin er so at seta út í kortið, hvussu farast skal fram. Ein partur av hesum er at tað verður neyðugt at gera eitt trygdarrúm í Tinganesi.

Men Jenis av Rana leggur dent á, at talan er ikki um eitt rúm til politikarar at krógva seg í, tá ið á stendur.

Trýst á pílina undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá - eisini hvat trygdarrúmið í Tinganesi skal brukast til.