- Tú kanst siga, at nú spældi hettar væl av, men tað kundi saktans verið verri!
Tað sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum.
Beinanvegin, sum hann var gjørdur varðugur við vandamikla spælið hjá nøkrum børnum, fór hann at kanna, um tað vóru næmingar hjá Kommunuskúlanum.
- Tað vísti seg so, at talan var um nakrar næmingar hjá okkum, og vit tóku sjálvandi málið upp og tosaðu við hesar næmingarnar, sigur Hanus Joensen.
Hann er fegin um, at næmingarnir skiltu álvaran í hesum vandamikla spæli.
- Sum eg skilji, er talan um eina eingangs hending, og eg kann siga, at næmingarnir skiltu álvaran í hesum, sigur Hanus Joensen.
Hann sigur, at hugurin til slíkt er stórur hjá smádreingjum, men hetta var so fyrstu ferð, at teir høvdu roynt slíkt.
- So eg kann vónandi siga, at hetta var bæði fyrstu og síðstu ferð, at næmingar frá okkum spæla slíkt vandamikið spæl, sigur Hanus Joensen.
Tað kann tó vera so sum so, hvussu sannførir næmingarnir hava verið, tá teir siga, at hetta var fyrsta og einasta ferðin, at teir hava spælt í briminum. Keldur hjá Sosialinum vilja vera við, at hetta langt frá var fyrstu ferð, at næmingar spældu á dráttinum.
Men vónandi var hetta so seinastu ferð.










