Vit hava tað ordiliga gott saman

Føroyingarnir, sum nú fara at súkkla til París, eru rættiliga væl fyri, bæði kropsliga og sosialt

Hann er vanur at ferðast nógv Men tá ið hann pakkaði til hesa ferðina, hevði hann tað serliga gott.

 

Tað sigur Alfred Hummeland, liðskipari hjá teimum føroysku Team Rynkeby súkklarunum.

 

Tað er hann sum hevur ábyrgdina av at føroysku súkklararnir koma til París í øllum góðum.

 

Men tað stúrir hann ikki fyri, tí føroysku súkklararnir eru í toppformi.

Tað er rættiliga stórur munur á frá tí at tey fóru undir venjingarnar til nú, sigur hann.

 

Í fyrstuni skuldu summi skumpast upp ígjøgnum brekkur, men nú sita súkklarnar og práta upp ígjøgnum brekkurnar, so tað er stórur munur á venjingarstøðuni.

 

Hann sigur, at hann er ikki bangin fyri at súkklararnir ikki orka. Og hann er so slett ikki bangin fyri at teir ikki fara at klára upp við hvønn annan sosialt.

- Vit hava tað ordiliga gott saman, tí súkklarnir eru positivir og grína nógv og tá ið liðið skal standa saman, gera tey eisini tað, sigur Alfred Hummeland.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr liðskiparan á greiða frá, hvørjar uppgávur hann hevur á ferðini og, hvat hann sigur um føroysku súkklararnar.