Leygardagin fór rockbólkurin Týr á konsertferð í Norðuramerika. Fyrsta konsertin var í Brooklyn í New York, og júst nú er bólkurin í Kanada.
Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, hevur gingið á odda í einari herferð í móti konsertferðini hjá Týr. Hann mælir fólki til at boykotta konsertirnar og mótmæla á konsertstøðunum. Watson samantvinnar Týr og grindadráp og brúkar ófantaligar orðingar í tí sambandi.
Les eisini: Watson eltir Týr
Týr merkir ikki stórvegis til hesa herferð. Nøkur fá fólk mótmæltu í sambandi við fyrstu konsertina í New York, men tað hevði lítið upp á seg.
– Vit hava verið stak væl móttiknir og kent okkum vælkomnar allastaðni í USA og Kanada, sigur Heri Joensen.
– Tað er altíð gott at vera á konsertferð í Norðuramerika. Serliga stuttligt at ferðast og at síggja nógvar býir og nógvar partar av londunum, og at hitta fólk, eisini summi, sum vit hava hitt ofta fyrr til konsertir.
– Vit fáa sjálvandi eitt sindur burtur úr fíggjarliga og altíð eina góða uppliving. Fyri at veksa sum orkestur og fáa uppaftur meira fólk til konsertirnar næstu ferð, er eisini neyðugt at fara javnan á konsertferð í øll øki í heiminum.
Konsertferðin hjá Týr heldur fram allan mai mánað. Teir spæla stívliga 20 konsertir kring USA og Kanada.










