- Hóast fíggjarliga kreppu, er Danmark framvegis eitt ríkt og trygt samfelag, segði Margretha drotning í sínari nýggjárstalu, har hon sum vanligt sendi eina heilsan til Føroya Alt er relativt, verður sagt, og Margretha drotning hevði hug at brúka hendan pástandin í sínari talu til kongaríkið í kvøld. Hon heitti á fólkið í ríkinum um at seta búskaparligu niðurgongdina í eitt størri perspektiv.
- Vit hava leingi vant okkum við, at alt gekk betur og betur, og at morgindagurin tóktist enn ljósari. Nú verður málað við myrkari litum, men lat okkum hyggja úteftir og seta okkara stúra í størri perspektiv.
- Aðrastaðni stríðast fólk við trupulleikar av heilt øðrum slagi. Aðrastaðni valdar hungur, sjúka, neyð og kríggj. Mált við tí málstokkinum er Danmark avgjørt millum heimsins mest priviligeraðu tjóðir, segði drotningin.
- Hóast fíggjarliga kreppu, er Danmark framvegis eitt rík og trygt samfelag. Hetta er nakað, sum er bygt upp av fleiri ættarliðum gjøgnum langa tíð, segði Margretha drotning, sum minti á, at hetta eisini krevur at Danmark er við til at hjálpa fólki og londum í neyð.
Margretha drotning sendi sum vanligt í røðu sínari eina heilsan til føroyska fólkið.










