Arbeiðsmøguleikar
Fert tú uttanlands at lesa, hoyrir tú ikki eitt kis frá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tú veist einki um hvørjar møguleikar tú hevur at fáa arbeiði, tá tú kemur aftur, og hvør tørvurin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er.
Samstundis fært tú fleiri tilboð um at søkja arbeiði frá ymsum útlendskum fyritøkum, ið málrættað leita eftir fólki at nøkta júst teirra tørv. Tað hevur tí verið ilt hjá føroyskum lesandi at síggja, hvat tey skulu koma heimaftur til. Men hetta fer nú at broytast.
Yrkistænastan
Á umsóknarblaðnum um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum er nú komin ein nýggjur teigur.
”Eg ynski at fáa teldupostar frá Stuðulsstovninum, ið vinnulív, tað almenna ella áhugabólkar senda okkum” Og so skal veljast ja ella nei.
Stuðulsstovnurin hevur samband við allar føroyingar, ið lesa uttanlands og sum søkja um ferðastuðul, og í tí sambandi hevur hann eisini allar teldupostadressurnar hjá føroyskum lesandi uttanlands.
Føroyskar fyritøkur –bæði almennar og privatar, kunnu hereftir venda sær til Stuðulsstovnin og biðja hann senda teldupostar út til ein ávísan bólk av lesandi. Sosialurin kundi til dømis biðið Stuðulsstovnin sent øllum journalistlesandi mail um, at nú var starv leyst at søkja á Sosialinum –ella onnur viðkomandi boð, ið kundu verið áhugaverd og spennandi.
Skipanin við yrkistænastuni verður ein fyrimunur bæði fyri tey lesandi og fyri vinnulívið.
Við at velja ja, fært tú sostatt ein einastandandi møguleika at fylgja við í, um nakað forvitnisligt hendir her heima á júst tínum øki.