Paul Watson hevur aftur viðmerkt grindadrápið, hesa ferð er tað í samband við nøkur videobrot, sum ein føroyingur hevur lagt á Facebook av grindini, sum legði beinini í Skálafirði sunnukvøldið.
Boðskapurin frá Sea Shepherd-leiðaranum er einfaldur.
- Eg haldi, at vit hava tøknina at steðga hesum. Ringu tíðindini eru, at tað verður dýrt. Tað fer at kosta umleið tvær milliónir evrur og krevur, at vit eru í Føroyum fimm mánaðir um árið Loysnin er lóglig, ikki harðlig og munagóð, skrivar hann á Facebook-vanga sínum. Tvær milliónir evrur eru smáar 15 milliónir krónur.
Hann fær tó skjótt stuðul frá viðhaldsfólkum sínum, sum eru skjót at bjóða seg til at stuðla verkætlanini fíggjarliga. Onkur halda tó, at tað eru bíligari hættir at steðga grindadrápinum, tó kanska ikki fult so lógligir og friðarligir.
Paul Watson endar boðini við at siga, at hann í løtuni er í ferð við at kanna, um tað kann lata seg gera.