? Vit hava slakað óneyðugt

? Høvdu vit tikið upp samráðingar á hægsta politiska stigi, sum mælt varð til undir undanfarna landsstýri, so høvdu vit kunna fingið meira burtur úr og eina betri avtalu sigur Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður, sum heldur, at vit hava slakað meira enn tað var neyðugt.

Hóast eisini sambandsflokkurin tekur undir við tí avtalu, sum nú liggur á borðinum, so tekur flokkurin ikki undir við gongdini í málinum.

Edmund Joensen, sum í fýra ár sum løgmaður umsat marknamálið sigur við Sos-ialin, at tað er sera avmarkað, hvat hann kann siga til avtaluna, nú tagnaðar-skyldan áliggur politikarunum.

-Eg haldi ikki, at føroyingar hava fingið optimalt burtur úr. Føroyingar hava forhastað seg, og hava vit latið meira enn neyðug var at lata av landgrunninum. Hinvegin hava vit heldur ikki fingið ta røttu loysnina fyri fiskivinnuna.

Edmund Joensen bað í síni tíð sum løgmaður danska forsætisráðharran um at taka upp samband við sín bretska starvsbróður fyri at fáa eina endaliga loysn á umrøddu viðurskiftum. Í-staðin fyri at halda fram á hesi slóð vórðu partarnir samdir um at royna óformellar samráðingar millum samráðingarleiðararnar.

Tað er hetta, sum Edmund Joensen er ónøgdur við. Hann viðgongur, at báðir partar mugu lata og slaka. Tað liggur í samráðingum og hevur gjørt tað alla tíðina. Men eina ferð kemur tað hartil, at øll skilagóð argument eru brúkt sum t.d. hvørja vekt sker og hólmar, strandalongdir og hvørt av sínum skulu hava.

Og tað markið er farið fyri langari tíð síðani. Tí var tað eg helt, at vit skulu taka samráðingar á hægsta politiska stigi. Og oftani er tað so, at tú kanst fáa nakað meira burtur úr við at enda tað politiskt. Og tað meini eg avgjørt, at vit hava forsømt. Tá høvdu vit kunnað fingið tað síðsta við tvs. eitt betri landgrunnsmark og eitt fast fiskimark. Tá høvdu høgtstandandi leiðarar kunna staðið andlit til andlit yvir fyri hvørjum øðrum ístaðin fyri at lata alt upp í hendurnar á embætismonnum og reka ein ?Yes Minister? politikk.

-Eg meini bart út, at føroyingar hava latið meira enn tað var neyðugt. Eg meini eisini, at vit hava ikki fingið ta røttu fiskivinnu-loysnina.

Edmund Joensen vísir á, at hetta málið hevur víst, at summi hava veikari rygg enn onnur og sipar ser-stak-liga til, at vit ikki hava tikið samráðingar á hægsta politiska stigið við.