Vit hava skyldu at tosa um avleiðingar fyri løgmann
Løgtingið eigur at verða kallað saman sum skjótast at viðgera løgmann, og tað fer andstøðan at tosa saman um í dag
Eg haldi, at vit hava skyldu til at kalla løgtingið saman at viðgera, hvørjar politiskar avleiðingar, tað skal fáa fyri løgmann, at hann hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.
Tað staðfestir Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn.
Hans Gammeltoft Hansen hevur staðfest, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. Sostatt hevur hann brotið lógina um ábyrgdina hjá landsstýrismonnum, men Gammeltoft helt ikki, at brotið var so mikið groft, at tað var rímiligt at reisa sak ímóti løgmann. Ístaðin skeyt hann upp at løgtingið gav løgmanni eina átalu, og í gjár samdust formansskapurin um, at fylgja tí tilmælinum.
Men løgtingslimir í andstøðuna halda, at hetta eigur eisini at fáa politiskar avleiðingar fyri løgmann.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og limur í formansskapinum hjá løgtinginum, heitti í gjár á floksformannin, Høgna Hoydal, um at taka stig til at kalla tingið saman.
Høgni Hoydal hevur verið upptikin av privatum ørindum í morgun, men hann sigur, at hann samskiftir við hinar andstøðuflokkarnar um, hvat er rættast at gera, og hann væntar, at ein avgerð fellur seinnapartin.
Løgtingsformaðurin vil ikki kalla løgtingið saman fyrrenn á ólavsøku, so skal tað kallast saman fyri tað, krevjast, at minst 14 tinglimir biðja um tað.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, staðfestir, at andstøðan telur ikki 14 tinglimir, so tað krevst stuðul frá tinglimum í samgonguni.
Hann staðfestir samstundis, at haðani eru ongi tekin komin um, at tey eru sinnað at kalla tingið saman. Men hann leggur afturat, at verða stig tikin til tað, er Javnaðarflokkurin til dystin fús.
Greiðastu støðuna í morgun, hevur Poul Michelsen, formaður í Framsókn
Hannsigur, at tað er ongin ivi um, at Løgtingið eigur at verða kallað saman at viðgera, hvørjar politiskar avleiðingar, hetta eigur at fáa fyri løgmann.
Og hann heldur ikki, at hetta kann bíða til á ólavsøku.
Hann sigur, at ongin hevur kunnað gjørt nakað, fyrrenn formansskapurin var komin til eina semju. Tað er hann nú, og sostatt er semja um, hvørjar rættarligar avleiðingar, hetta eigur at fáa.
Tí heldur Poul Michelsen, at tað er neyðugt, at Løgtingið eisini kemur saman at taka støðu til, hvørjar politiskar avleiðingar, hetta skal fáa.
Hann er staddur uttanlands, men er á veg heim, og hann væntar at stig nú verða tikin til at savna inn neyðugu undirskriftirnar.
- Vit hava skyldu at royna at kalla Løgtingið saman. Onkur hevur ført fram, at tíðin er ólagalig, nú tað er hásummar, og løgtingsfólk eru í feriu. Men tað er einki, sum eigur ólagalig tíð í hesum føri. Hetta er støðan, vit eru í beint nú tað eigur at vera útgangsstøðið, og ikki um tað er hásummar, ella ikki, sigur Poul Michelsen.