Vit hava skotið okkum í fótin

Sambandsflokkurin fær ákoyringar frá Unga Sambandinum fyri at atkvøða ímóti samkyndum hjúnalagi

- Tað var eitt skot í fótin, tá ið Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnalag.

 

Tað heldur Magnus Herdalur, skrivari í Unga Sambandinum.

 

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár, hartaði hann Sambandsflokkin fyri støðuna, hann hevði tikið í málinum um at loyva samkyndum hjúnalagið.

 

Hann kallaði støðuna hjá Sambandsflokkinum í málinum um samkynd hjúnalag fyri eina konservativa støðu mótvegis ungdóminum.

 

Ein flokkur, sum byggir á ungdóminm, má eisini gera íløgur í ungómin, heldur Magnus Herdalur.

 

- Tað er ógvuliga týdningarmikið at lurta eftir ungdóminum og vita, hvat tey siga, sigur hann.

 

- Tað var eitt skot í fótin, at Sambandsflokkurin ikki stóð saman og atkvøddi fyri málinum.

 

Hann ivaðist ikki í, at hann tosar fyri 90 prosent av teimum ungu, tá ið hann sigur, at tað er eitt skeiv avgerð av Sambandsflokkinum at atkvøða ímóti uppskotinum.