Tað er leygardagur 20. august. Sólin skínur oman og niðan, og í Miðlahúsinum í Vágsbotni vitjar ein mest kendu og virðismettu evropeisku politikarunum .
Eingin ivi er um, at talan er um ein politiskan kapasitet av teimum heilt stóru, og samstundis er hann menniskja, sum hvílir í sær sjálvum.
Gøran Persson er lítið pátikin, fryntligur og dugir væl at lurta og svara.
- Umhvørvi, globalt demokrati og eitt væl útbygt vælferðarsamfelag eiga at vera hjartamál hjá øllum javnaðarflokkum, sigur hann, og hugsanir mínar fara til politiska samstarvsfelaga hansara í Onglandi.
-New, new, new, everything is new. We have to reform ourselves or we die.
Bretski forsætisráðharrin og formaðurin í bretska Javnaðarflokkinum, Tony Blair, legði ikki fingrarnar í millum á ráðstevnu hjá Javnaðarflokkunum í Evropa, sum varð hildin í svenska býnum Malmø í 1997.
Bretski javnaðarleiðarin hevði eisini alla orsøk til at veipa við ørmunum. Gjøgnum nítiárini høvdu Javnaðarflokkarnir flutt seg nógv, og mong av gomlu grundsjónarmiðunum vóru ikki at fáa eyga á longur.
Frá at vera heitir talsmenn fyri, at tað almenna hevði umfatandi eftirlit við búskapinum, gingu Javnaðarflokkarnir á odda fyri umfatandi einskiljingum av almennum ognum. Upprunaliga vóru Javnaðarflokkarnir eisini mótstøðumenn av Evropa Samveldinum, men henda mótstøða fánaði meir og meir burtur í áttati og nítiárunum, og fleiri av flokkunum fóru í staðin fyri at vera andstøðingar at síggja ES sum eitt hent amboð at røkka longri á vælferðarøkinum.
Formella samstarvið við fakfeløgini og sambandið við arbeiðarastættina viknaði eisini alsamt seinastu árini í 20. øld, og Javnaðarflokkarnir gjørdust alt meiri miðflokkar, heldur enn at vera flokkar á vinstravonginum.
20. øld var øldin hjá Javnaðarflokkum. Stóra verkætlanin, vælferðarstaturin, fekk veruliga fastatøkur í nógvum londum í serliga Norðurevropa, men avbjóðingarnar í 20. øld eru nógv øðrvísi enn avbjóðingarnar í 21. øld, og tí eru Javnaðarflokkarnir noyddir at endurskoða sín politikk og laga hann til broyttu fyritreytirnar, sum eru eyðkendar av individualismu heldur enn samhaldsfesti og mentunarligari, búskaparligari og politiskari altjóða gongd heldur enn tjóðarbygging.
Sama hugsjón
-Tað er ómetaliga týdningarmikið at leggja sær í geyma, at grundleggjandi javnaðarhugsjónin framvegis er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Vit javnaðarfólk skulu ikki sleppa øllum, og broyta alt tað, vit hava staðið fyri. Hinvegin er talan um eina nýggja tíð, og tí eru vit noydd at seta okkum sjálvum nýggjar spurningar, men grundhugsanin er framvegis tann sama.
Svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, tekur als ikki undir við teimum, sum skíra grundhugsjónina hjá Javnaðarflokkum fyri ótíðarhóskandi og í ringasta føri fyri deyða.
Spurdur, hvørji ítøkilig øki, ein Javnaðarflokkur í 21. øld eigur at leggja seg eftir svarar fryntligi sviin:
-Umhvørvi, globalt demokrati og eitt vælútbygt vælferðarsamfelag eiga at vera hjartamál hjá øllum javnaðarflokkum. Øll trý málini eru rættiliga umfatandi, og á hesum økjum er nógv at tríva í.
Gøran Persson vísir á, at í løtuni fyllir umhvørvisspurningurin nógv í hansara hugaheimi.
-Tað er einki dulsmál, at heimurin í dag nærum er bundin av olju, og hetta hevur álvarsamar avleiðingar við sær fyri umhvørvið. Samstundis sum vit gerast meira og meira bundin av olju, størri ávirkan hava høgu oljuprísirnir á okkara búskap. Men vit kunnu velja eina aðra leið. Vit mugu ongantíð ov skjótt bera so í bandi at fáa fleiri og størri íløgur gjørdar í verkætlanir, sum royna at menna nýggjar orkukeldur, sum fara betri um umhvørvið.
Svenski forsætisráðharrin heldur, at endamálið við menningini av nýggjum orkukeldum eigur at vera tvíbýtt.
-Vit mugu varðveita búskaparliga vøksturin, men umhvørvið skal ikki rinda prísin. Vit skulu hinvegin miða ímóti at varðveita vøksturin og samstundis taka veðurlagsbroytingarnar í størstum álvara, sigur hann.
Alheimsgerðin
Eitt veruligt valdsskifti er farið fram á altjóða pallinum seinastu 20 árini. Nationalstaturin, sum setti dagsskránna og hevði eftirlit við vinnulívinum, hevur av álvara mist fótafestið, og risastóru fleirtjóðafyritøkurnar gera í størri og størri mun sjálvar av, hvussu tær skipa seg uttan um politisku myndugleikarnar.
Fyritøkurnar virka ikki longur nationalt, men hinvegin globalt, og hetta hevur havt sær, at politisku myndugleikarnir renna aftan á stórfyritøkunum og kenna seg noyddar at taka undir við avgerðunum og ætlanunum, sum stór-fyritøkurnar stinga út í kortið. Frá at nationalstaturin hevði eftirlit við fyritøkunum, er hann í dag noyddur at geva seg undir stórfyritøkunum.
Fleiri á vinstravonginum eru av teirri áskoðan, at vinstri vongurin og serliga Javnaðarflokkarnir hava sitið hendur í favn, og latið fríu marknaðarkreftirnar ótálmaðar fáa frítt rásarúm, meðan grundleggjandi menniskjalig, sosial og mentanarlig atlit ikki hava verið tikin.
Eitt aðalmál hjá javnaðarflokkum hevur søguliga verið at stýra marknaðarkreftunum við reguleringum av øllum handaslagi, men eftir globaliseringin er vorðin veruleiki, hava Javnaðarflokkarnir havt torført við at sett síni fingramerki á sterku globalu marknaðarkreftirnar.
Ert tú samdur í, at Javnaðarflokkarnar í Evropa hava verið ov seinir á sjóarfallinum viðvíkjandi alheimsgerðini?
-Eg vildi logið, um eg segði nei til handan spurningin. Vit mugu altíð vera til reiðar at finnast at okkum sjálvum, og tað er eingin ivi um, at vit kundu havt gjørt tað betri. Ein týdningarmikil spurningur er kortini, um nakar annar hevði kunnað gjørt tað betur enn vit, og tað trúgvi eg ikki, svarar Gøran Persson.
Spurdur, hvør høvuðsorsøkin er til, at Javnaðarflokkarnnir hava latið altjóða fyritøkunum so stórt vald, svarar svenski forsætisráðharrin:
-Ein stórur hevur trupulleiki verið, at politisku skipanirnar á aljóða stigi eru rættiliga veikar, og tískil hevur tað verið ómetaliga torført at ávirka og stýra sterku altjóða marknaðarkreftunum. Vit hava í dag tvær stovnar, sum eftir mínum tykki, kunnu geva altjóða marknaðarkreftunum veruligt mótspæl. Hesir stovnar eru ES og ST, men skal tað eydnast, er neyðugt við umfatandi reformum av báðum stovnum.
Formaðurin í svenska Javnaðarflokkinum væntar kortini, at politikararnir fara at fáa betri møguleika at ávirka altjóða marknaðarkreftirnar í framtíðini. Hann væntar, at regionalu felagsskapirnar fara at fáa ein avgerandi leiklut í framtíðini.
-Eg vænti, at ES, Mercusur í Suðuramerika, NAFTA í Norður Amerika saman við felagsskipaninum í Asia og Afrika fara at fáa ein enn týdningarmiklari leiklut í framtíðini. Hesir stovnar fara at tryggja, at vit politikarar fáa betri møguleika at stýra altjóða marknaðarkreftinum, sigur hann.
Hjartabarnið hjá Javnaðarflokkum í serliga Norðanlondum, vælferðarstaturin, er eisini í eini broytingartíð. Heldur enn at góðtaka tungar almennar skipanir, sum mangan ikki seta borgaran í miðdepilin, seta borgarar í dagsins samfelag krav um ávirkan og frælsi til at mynda sín egna gerandisdag.Hvussu heldur tú vælferðarstaturin skal laga seg til alheimsgerðina?
-Ja hatta er ein rættiliga stórur spurningur. Eftir mínum tykki hevur tað ongantíð verið so stórur tørvur á einum vælútbygdum vælferðarsamfelagið sum júst nú. Kjarnin í vælferðarskipanini hevur altíð verið tryggleiki í broytingartíðum. Skalt tú fáa fólk at satsa og fáa úrslit, mugu tey hava tryggleika. Hevur tú ikki okkurt slag av tryggleika, fært tú passivar borgarar, og við passivum borgarum fært ongan búskaparligan vøkstur. Alheimsgerðin hevur við sær, at broytingar fara fram hvønn dag, og tí er vælferðarstaturin gullverdur í hesum tíðum, vísir hann á.
Lata upp enn meir
Innflytaraspurningurin er uttan iva eitt av heitastu politisku evnunum, sum hevur tikið seg upp seinastu árini í Evropa. Serliga hevur orðadrátturin um innflytarar verið harður í londum sum Hollandi, Fraklandi, Eysturríki og Danmark.
Sonevndu høgra populistisku flokkarnir hjá Pim Fortyin, Jean Marie Le Pen, Jørg Haider og Piu Kjærsgaard hava veruliga fingið byr seinastu árini, og rákið tykist at vera, at borgarar í fleiri evropeiskum londum ynskja at steðga innflytingini.
Tað er einki dulsmál, at javnaðarflokkar í Evropa hava havt torført við at finna fótafestið í innflytaraspurninginum. Søguliga hevur humanisma, tollyndi og virðing fyri mannarættindum verið kjarnumál hjá Javnaðarflokkum, men tað hevur verið torført at hildið fast í hesum súlum, tí mótstøðan í flestum londum hevur havt við sær, at Javnaðarflokkarnir hava verið noyddir at endurskoða henda politikk.
Spurdur, um tað ikki bert er ein spurningur um tíð, áðrenn javnaðarflokkarnir í Evropa verða noyddir at geva eftir trýstinum frá borgarunum, ið ynskja at steðga innflytingini, svarar Gøran Persson:
-Tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit ikki hokna undir trýstinum frá teimum konservativu kreftum, sum ikki sýna tollyndi og í mongum førum ikki virða altjóða sáttmálar um mannarættindi. Vit skulu hinvegin halda fast í okkara politikki, sum leggur upp til tollyndi og mentanarligum fjølbroytni. Spyrt tú meg, haldi eg at vit skulu lata okkara lond enn meir upp. Gongdin í Evropa er, at íbúgvaratalið minkar, og tí hava vit tørv á innflytarum fyri varðveita tænastustøðið
Formaðurin í svenska Javnaðarflokkinum fortelur, at støðan í Svøríki í innflytaraspurninginum er grundleggjandi øðrvísi enn í øðrum evropeiskum londum.
-Vit í Svøríki hava tikið móti flest innflytarum. Hóast ein framsøknan politikk á innflytaraøkinum, fær stjórnin javnan atfinningar fyri ikki at lata fleiri innflytarum inn. Talan er sostatt um øvugtan trupulleika sammett við flest øll onnur lond í Evropa, sum vilja steðga innflytingini. Eg takki fyri, at eg stýri í einum landi sum Svøríki, tí nógvir av mínum starvsfeløgum hava júst øvugutan trupulleika, sigur Gøran Persson.
Vítt til veggja
Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Olof Palme, sum varð myrdur í 1986, hevði í mong ár ein dreym um eitt sosialt reytt Evropa, sum var savna um javnaðarhugsjónina. Hesin dreymur er kortini ongantíð blivin veruleiki, hóast nógvir Javnaðarflokkar hava sitið við valdinum í Evropa.
Seinast í nítiárunum vóru heili 11 javnaðarstjórnir í teimum í alt 15 limalondunum í ES. Hóast javnaðarleiðararnir formelt hava sama flokslit eru kortini rættiliga vítt til veggja, hvørji sjónarmið teir ymisku flokkarnir standa fyri. Javnaðarleiðararnir í Bretlandi og Týsklandi, Tony Blair og Gerhard Schrøder, verða vanliga bólkaðir at vera rættiliga liberalir javnaðarmenn, meðan Lionel Jospin og Gøran Persson í ávikavist Fraklandi og Svøriki vanliga vera flokkaðir sum rættiliga vinstravendir.
Spurdur, um tað ber til at tosa um eitt felags evropeiskt javnaðarprojekt, tá munirnir millum flokkanir eru so stórir, svarar Gøran Persson:
-Tú ert noyddur til at minnast, at hvør javnaðarflokkur er noyddur at fyrihalda seg til nationala politikkin og ikki bert tann internationala. Hyggur tú eitt nú eftir Labour, so hevur Ongland havt konservativar stjórnir í eini 70 ár av seinastu 100 árunum, og hetta setur ein karm fyri, hvussu tú sum flokkur kann skipa eitt samfelag. Tað sama kann sigast í Svøríki. Hevði ein borgarligur flokkur fingið ræðið í Svøríki, so hevði hann á sama hátt verið noyddur fyrihalda seg, at ein Javnaðarflokkurin hevur rátt fyri borgum í meginpartinum av tíðini, sigur hann.









