- Vit hava prógvað, at tørvurin avgjørt var til staðar. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sandoy.
Og tørvurin, hann sipar til, er tørvurin á ferðasambandi í og úr Sandoy langa fríggjadag og Páskadag.
Einki ferðasamband var í og úr Sandoy langa fríggjadag og í gjár, páskadag, tí tá hevur Strandferðslan frí.
Kommunurnar í Sandoy hildu, at hetta líkist ongum og tískil gjørdu tær av at leiga Froy at sigla við ferðafólki í og úr Sandoy langa fríggjadag og páskadag.
Brandur Sandoy sigur, at nógv fólk tóku av hesum møguleikanum, tó at hann ikki veit talið.
Tað einasta hann veit, er at langa fríggjadagsmorgun, vóru 15 ferðafólk í Sandoy og 10 ferðafólk vóru við úr Sandoy aftur.
Men tað hava eisini verið heilt fitt av ferðafólki í gjár, páskadag.
Men hann sigur, at tað er so væl og virðiliga prógvað, at tørvur er á ferðasambandi hesar báðar dagarnar.
Tey, sum hava brúkt ferðasambandi hesar dagarnar, eru sjómenn, sum eru komnir heim, ella skuldu avstað, og sum sostatt sluppu undan at liggja nátt í Havn.
Talan er eisini um fólk, sum arbeiða í skifisvaktum, og sum sluppu undan at liggja nátt í Havn.
Men talan er eisini um vanlig ferðafólk, sum komu og fóru, tá ið tey høvdu ætlað sær, heldur enn at stytta, ella leingja vitjanina ein dag, tí at einki ferðasamband var.
Borgarstjórin á Sandi sigur, at hendan royndin vísir, at eingin ivi er um, at tað er tørvur á at Strandferðslan siglur hvønn dag.
Hann skilir heldur ikki, hví Teistin ikki kann sigla, tí hann er eisini sjúkraflutningsskip og er sostatt mannaður øll páskini, hóast hann ikki siglur.
Manningin á Teistanum stóð umborð og hugdi at ímeðan Froyur sigldi inn og út, sigur Brandur Sandoy.
Hann veit ikki um kommunurnar fara at endurtaka hetta. - Hetta er ikki ein kommunal uppgáva. Hetta er ein landsuppgáva, og vit fara at streingja á, so at Strandferðslan siglur hvønn dag í árinum, sigur Brandur Sandoy.
Tað hoyrir ikki nútíðini til, at Strandferðslan ikki siglur hvønn dag í árinum, leggur hann afturat.
|