Vit hava ov nógv verkføll !

Nærum níggju av tíggju føroyingum eru samdir í, at ov nógvar trætur eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum

Tað er eingin ivi millum føroyingar, eftir drúgva verkfallið í vár, at vit hava alt ov nógv verkføll og trætur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Nærum níggju av tíggju føroyingum eru antin púra samd, samd ella nærri samd í, at træturnar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum eru ov nógvar.

Fólkið stuðlar arbeiðsgevarum
Í Sosialinum fyrr í vikuni førdi forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, fram í samband við nýggja uppskotið hjá Vinnumálaránum, at hon helt ikki at føroyingar høvdu fleiri verkføll enn onnur lond.
Eftir útalilsini hjá Ingeborg, gav umboðið fyri arbeiðsgevararnar, Jan Mortensen, ilt av sær, og skýrdi forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag at bera fram ósannindi. Hann vísti á, at fakta vísir, at Føroyar eru eitt land við nógvum verkføllum.
Uttan at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, so vísir kanningin, ið Vinnuhúsið hevur latið gjørt, at føroyingar halda, tað eru ov nógvar trætur á føroyska arbeiðsmarknaðinum.