Rúni Heinesen er formaður í Kringvarpsstýrinum. Í gjár beitti hann Sosialin víðari til stjóran í Kringvarpinum, men í dag loysir hann posabandið.
- Vit hava onki skeivt gjørt. Í framtíðini skulu vit hava heili tríggjar redaktiónir, sum skulu arbeiða óheft og sjálvstøðugt, hvør av aðrari. Mentamálaráðið er kunnað um málið og tey hava onki sagt um at vit gera nakað skeivt, sigur Rúni Heinesen
Ein tíðindaleiðari
Tá ein tíðindaleiðari er settur til tríggjar redaktiónir, er nærliggjandi at hugsa, hvørja uppgávu hesin tíðindaleiðarin skal hava, um eindirnar skulu vera sjálvsstøðugar.
- Uppgávan hjá tíðindaleiðarinum skal vera at býta út og organisera. Hann skal ikki stýra innihaldinum, tí so fáa vit einsporaðan tíðindaflutning, og tað er ikki ætlanin við lógini. Eisini skal tíðindaleiðarin syrgja fyri, at eindirnar eru óheftar og, at kringvarpið framleiðir tíðindi. Eg eri ovast í pyramiduni í hesum føri, og tí veit eg ikki heilt, hvørjar aðrar uppgávur tíðindaleiðarin hevur, men tað ber til at spyrja hann, greiðir Rúni Heinesen frá.
Tað er politikkur
- Tað er eitt politiskt val, at stovnarnir skuldu leggja saman, við tí í huga at spara pening. Vit hava havt fundir bæði við mentanarnevndina hjá tinginum og við mentamálaráðið, har tey onki hava sagt um okkara hátt at skipa virksemið, og vit hava verið heilt opin kring allar ætlanirnar, sigur Rúni Heinesen um viðmerkingarnar ymiskir politikarar høvdu í blaðnum í gjár.