Undir valstríðnum í Grønlandi og eisini, tá nýggja landsstýrissamgongan í Grønlandi varð kunngjørd, legði Hans Enoksen grønlendsk reiðarí undir at hava tillutað sær ólógligar kvotur. Hann segði, at slíkar kvotur skulu latast aftur til samfelagið.
Men, sambært reiðarínum, Polar Seafood A/S, situr felagið ikki við nøkum ólógligum kvotum.
- Eg gleði meg felagsins vegna at hitta nýggju landsstýrissamgonguna í samband við ætlanina at gera eina nýggja fiskivinnulóg. Eg gleði meg eisini til at beina misskiljingar av vegnum, tá uppáhald av slíkum slag hvørki gagna fiskivinnuni ella Grønlandi sum fiskivinnutjóð, sigur Henrik Leth.
Stjórin í Polar Seafood A/S sigur við www.sermitsiaq.ag, at felagið ikki á nakran hátt hevur arbeitt uttan fyri teir lógarkarmar, sum eru galdandi í Grønlandi.
- Vit arbeiða innan lógarinnar karmar og hava einki ólógligt gjørt. Tí hava vit heldur einki millumverandi við heimastýrið um kvotur, sigur Henrik Leth, stjóri í Polar Seafood A/S.