- Vit hava ongantíð havt eina so stóra framleiðslu

Fatboy Slim verður nakað heilt serligt, sigur bókarin hjá G! festivalinum

 

- Fatboy Slim er so nógv meira enn ein diskari. Tað verður ein heilt serlig uppliving í nátt.

Soleiðis sigur bókarin á G! festivalinum, Fred Ruddick, um ársins absolutta høvuðsnavn, Fatboy Slim. Tað er lagt upp til eitt brak av einum kvøldið á Sandinum, tá heimskendi enski diskarin, sum átti 90'ini, trýnir á pallin klokkan 00:30. 

- Vit hava ongantíð havt eina framleiðslu so stóra sum hesa, og eg loyvi mær at ivast í, um nøkur so stór framleiðsla hevur verið í Føroyum yvirhøvur. Tað verður eitt stórt show við ljóði, ljósi og video, sum fer at skapa eina filmiska uppliving á sandinum, sigur Fred Ruddick, og tá hann tosar um framleiðslu meinar hann við alt tað, sum hevur við pallseting og fyrireiking at gera.

##med2##

Talan verður um eitt beinleiðis videoshow, har áskoðararnir vera partur av sýningini. Stóri skermurin í bakgrundini á pallinum er komin úr Íslandi, og har vera tveir lasarar og trý videotól, sum skulu fanga áskoðararnar í beinleiðis upptøkum til sýningina. 

- Hann kemur at undirhalda okkum við øllum sínum tónleiki og sínari list. Hann blandar ting saman, sum fer at ganga upp í eina hægri eind. Mann kann til dømis vænta at hoyra ein smakk av Queen og Beyoncé, og so ger hann tað bara til sítt egna og heldur fram, greiðir Fred Ruddick frá og vísir hugtikin á, hvussu serligur hesin diskarin er.

- Fatboy Slim er fullur av orku. Mátin hann hevur ment seg tónleikaliga og kreativt er ótrúligur, og hann blívur við at menna seg og broyta seg, sigur Fred Ruddick og siterar Fatboy Slim:

- It's music for the hips and not for the heads.